Tórsgøta: Eitt heilt serligt mentanarvikuskifti

Tórsgøta bjóðar til eitt heilt serligt vikuskifti, har list, tónleikur og nærvera fylla mentanarhølini í býnum. Frá poetiskum vatnlitum til stórslignar konsertir.

Tíðindaskriv:

 

• Framsýning: Poul Huus Sólstein – Smiðjan í Lítluvík

Pól sýnir nýggjar vatnlitamyndir, har litir, rúm og ró skapa eitt ljóðleyst, poetiskt huglag.

Frí 17–20, ley 12–18, sun 13–18, mán 13–18.

 

 

• Konsert: Beinir – Einsamallur á palli (Aulan í Finsen)

Ein av mest spennandi føroysku sangarunum við sangi og gittara í reinasta formi.

Fríggjadagin kl. 21.

 

 

• Beatleskvøld á Reinsarínum (Eykakonsert)

Tað vera klassikarar og felagsskapur, tá Brim setur lív í tónleikin hjá The Beatles.

Fríggjadagin kl. 22.

 

 

• Stanley Samuelsen – Ein livandi legenda (Aulan í Finsen)

Ein hjartanemandi løta við Stanley, sum framførir nýggju útgávu sína Sólskin.

Leygardagin kl. 20.

 

 

• Frum – Útgávukonsert (Perlan)

Frum framførir føroysku útgávuna Íða saman við serligum gestum.

Fríggjakvøldið 15. november.

 

 

• Lea Kampmann – Seinferð við fullum bólki (Aulan í Finsen)

Ein innilig og sterk konsert við eini av mest rørandi røddunum í Føroyum.

Sunnudagin kl. 19.

 

 

– So tú hevur onga umbering fyri at keða teg um vikuskiftið, tí her er okkurt fyri øll, tá Tórsgøta letur dyrnar upp fyri ikki færri enn 6 ymiskum frálíkum upplivingum um vikuskiftið