Tórshavn Marathon, Føroyaleikir og fótboltur í 10´aranum í morgin

Katrin Thorsvig Hansen og Ann Thomsen frá Bragdinum, Andras Nolsøe og Katrin Jacobsen frá ÍSF og Agnar Prestá vera gestir í 10´aranum í morgin

Fyrraparts-ítróttarsendingin "10´arin" verður aftur á skránni á FM1 klokkan 10 til 12 mánadag fyrrapart.

 

Senditímin millum 10 og 11 fer at snúgva seg um Tórshavn Marathon og um Føroyaleikir.

 

Katrin Thorsvig Hansen og Ann Thomsen frá Bragdinum og Andras Nolsøe, ítróttarráðgevi hjá ÍSF og Katrin Jacobsen vitja í fyrra senditímanum.

 

Millum klokkan 11 og 12 er Agnar Prestá frá portal.fo gestur hjá Óla Djurhuus og Petur Zachariassen fyri at skifta orð um heimligan og útlendskan fótbólt.

 

Øll kunnu hoyra sendingina á www.midlar.fo