Tórshavnar Býráð samtykt at flyta tjóðleikhúsið

Hetta er einmælt samtykt í kvøld, sigur Kári Johansen, býráðslimur og formaður í havnanevndini.

Í kvøld hevur Tórshavnar býrað einmælt samtykt at flyta staðsetingina av ætlaða tjóðleikhúsinum, ið ætlandi skuldi standa á Bursatanga á bryggjuøkinum í Havn.

 

- Ætlanin var ein gulur prikkur frá Mentamálaráðnum á Bursatnga í Havn. Eg sigi fyri meg, at mær dámdi ongantíð hesa ætlanina, tí eg helt ikki hon var hóskandi, sigur Kári Johansen, býráðslimur og formaður í havnanevndini í Tórshavnar býráð.

 

- Í kvøld er á býráðsfundi einmælt samtykt at flyta staðsetingina, so tjóðleikhús kann byggjast, har farstøðin nú er, sigur Kári Johansen.

 

Hann sigur, at hetta letur seg gera, tí Norrøna framyvir kemur at nýta nýggja bryggjuøkið, ið er bygt longur úti.

 

- Og viðvíkjandi Smyrli, so finna vit eina loysn við rampu og líkandi, so longi sum Smyril siglir afturat, sigur Kári Johansen.

 

Hann sigur, at hetta eisini er partur av heildarætlan, tí arbeitt verður við at útvega fleiri bátapláss. Í løtuni verður arbeitt í Álakeri við hesum, og verður hetta liðugt í heyst. men partar av hesum arbeiði verður liðugt longu í vár ella í summar, tí hugsað verður m.a. um kappróðurin.

 

- Bíðilistin av smábátaeigarum, ið vanta bátapláss er sera langur, sigur Kári Johansen.

 

- Eg eri sera væl nøgdur. Mær dámdi ongantíð staðsetingina av einum høgum bygningi á Bursatanga, eisini tí at útisýnið fór, tá ein kom úr býnum og oman á brygggjuøkið, sigur Kári Johansen.

 

##med2##

 

 

 

Kári Johansen