Tórshavnar býráð tryggjar LGBT

Ein býráðslimur er hart raktur av tí, sum fer fram, men ein annar tekur ikki undir við, at Tórshavnar Býráð stuðlar LGBT

Tórshavnar Býráð hevur bú tryggjað fíggjarliga grundarlagið undir LGBT. Tað gjørdu tey í gjárkvøldið, tá ið tey samtyktu at veita LGBT ein fíggjarligan stuðul upp á 50.000 krónur um árið í trý ár, tvs í ár, næsta ár og í 2024. Peningurin skal brúkast í samband við litføgru skrúðgonguna, Faroe Pride, sum er á hvørjum árið beint upp undir ólavsøku.

 

Hesi seinastu árini hevur Tórshavnar Býráð stuðla LGBT við 20.000 – 25.000 krónur í sambandi við skrúðgonguna, men í ár ætlaði meirilutin í býráðnum, og Framsókn, at skerja stuðulin niður 12.500 krónur. Hetta elvdi til misnøgd í býráðnum og í LGBT harmaðust tey støðuna – og so hálsaði Tórshavnar Býráð brádliga um. Tí tá ið býráðið viðgjørdi málið í gjár, varð úrslitið, at LGBT fær 50.000 um árið í trý ár, ella tilsamans 150.000 krónur, og sostatt hevur býráðið tryggja LGBT eitt fíggjarligt grundarlag at virka á.      

 

Tað var ikki nakað serligt orðaskiftið um málið heldur. Bara ein býráðslimur tók orðið og tað var Elsa Berg úr Tjóðveldi, sum stórfegnaðist um úrslitið. Hon ásannaði, at hetta eru viðskifti, sum raka hana djúpt, tí hon hevur nógv vinfólk, sum eru samkynd og hon veit, hvussu nógv tey eru ávirkað av orðalagnum, sum hevur verið brúkt um tey. – Tað er heldur eingin loyna, at tað er hart at hoyra, at ungir dreingir verða slignir í búkin tí at teir dansa við einum dreingi, men tað er altso veruleikin i náttalívinum í Havn, legði hon afturat.

 

Hon sigur, at enn er langt eftir á mál, áðrenn samkynd eru fullgyldugir limir í samfelagnum, eitt nú hava nógv sálarligar trupulleikar at dragast við. Men eitt mentanartiltak, sum Faroe Pride, hevur stóran týdning fyri tey, og teirra familjur, legði hon afturat.

 

Tað er bara ein býráðslimur, sum ikki tekur undir við, at LGBT fær hendan fíggjarliga stuðulin og tað er Birgir Nielsen úr Fólkaflokkinum.