Tórshavnar kommuna kundi lækka skattin - men er tyngd í skuld

Um dagarnar lesa vit í miðlunum, at fleiri kommunur kring landið boða frá, at tær lækka skattin. Tær hava ásannað, at teirra borgarar eru undir trýsi fíggjarliga, ráðini eru minni, rentan er hækkandi á lánum og prísirnir á matvørum og øðrum eru ovurhøgir. Meðan aðrar kommunur kunnu veita teirra borgarum ein lætta, sær tað tíverri ikki út til, at Tórshavnar kommuna í nærmastu framtíð fer ikki at megna at lækka skattin, tí skuldarbyrðan aftur er vorðin stór í Tórshavnar kommunu. Tá sitandi meiriluti tók við eftir seinasta kommunuval var Tórshavnar kommuna skuldarfrí (skuldin var tá 7 mió kr ). Eftir at sitandi samgonga tók við 1. jan 2021 er skuldin hjá Tórshavnar kommunu vaksin úr 7 mió. upp í 307 mió. (Skuldin hjá Tórshavnar havn er ikki tikin við og er í dag 218 mió. kr).

 

Leggjast skal afturat at inntøkurnar hjá Tórshavnar kommunu eru vaksnar við 200 mió. í hesari býráðssetuni 2020-2023.

 

Ì rentum og avdrøgum skal kommunan komandi 15 árini rinda 57 mió. um árið, hetta svarar til tað, sum eitt heilt skattaprocent kostar, sum í løtuni kostar 56 mió. kr.

 

Skal man veita teimum við lægstu lønunum ein lætta eru tað serliga kommunurnar, sum kunnu veita eina hjálpandi hond, tí tey lágløntu rinda størsta partin av sínum skatti í kommunuskatti. Tað hevði tí verið ein kærkomin lætti at kunna veitt hartsperdum familjum í høvuðsstaðnum, men hetta verður tíverri ikki á hesum sinni og heldur í nærmastu framtíð.

 

Tórshavnar kommuna hevur í dag ein søguliga høgan íløgukarm, 342 mió, samstundis sum kommunan hevur 250 mio. í framflytingum, íløgur, sum man ikki hevur megnað at framt, tí ov nógv er sett í gongd.

 

Tað er ein stórur skeivleiki at bara seta eina rúgvu av íløgum í gongd, ið ikki verða framdar, framflytingarnar eru í løtuni heili 250 mio. Hetta er eitt tekin um, at man ikki stýrir íløgunum nóg væl, nógvar íløgur verða samtyktar, sum als ikki verða framdar, men eru einamest sett á sum signalir til borgarar um ,at her standa nakrar mió. á fíggjarætlanini.

 

Tað er harmiligt, at meirilutin í Tórshavnar kommunu ikki hevur eina neyvari stýring av íløgunum, og at vit ikki hava eina langtíðar íløguætlan, og tað er stórt spell, samgonga og andstøða ikki arbeiða tættari saman og gera «forlík» yvir byráðssamgongur. Ùrslitið av hesum er, at alt skal gerast í senn og tamarhaldið fíggjarstýringin verður har eftir, og hetta gongur út ývir skattgjaldaran.

 

Annika Olsen, býráðslimur fyri Tjóðveldi