Tórun hevur lærumeistaran í starvi

Sum 21 ára gomul keypti hon sær hús á Argjum, og her hevur hon havt Salong Bylgjuna í skjótt 20 ár.

Tórun Skaalum, sum eigur og rekur Salong Bylgjuna á Argjum, fór sum 16 ára gomul í læru sum frisørur í 1985. Læran var hjá Marnu Skylv Sørensen á Spógvavegi í Havn. Lærutíðin byrjaði hin 16. september í 1985 og somu dagfesting í 1989 varð hon liðug.

 

Tá Marna giftist til Húsavíkar og fekk sær frisørsalong har í bygdini, yvirtók Tórun salongina hjá henni í Havn, sum longu tá hevði navnið Salong Bylgjan. Hin 2. oktober í ár verða 20 ár liðin, síðan Tórun flutti salongina út í Billugøtu 2 á Argjum, og her er hon framvegis.

 

Tórun, sum er 46 ára gomul, keypti sær longu sum 21 ára gomul húsini á Argjum, har salongin er.

 

- Tað er kanska eitt sindur serstakt, at Marna Skylv Sørensen, sum eg fór í læru hjá og seinni yvirtók salongina frá, í nógv ár hevur arbeitt ein dag um vikuna hjá mær. Hon arbeiðir á Argjum hvønn hósdag og hevur síni føstu viðskiftafólk, sigur Tórun Skaalum.

 

Salong Bylgjan á Argjum hevur tríggjar sveinar, ið so at siga arbeiða fulla tíð og tveir næmingar, umframt Marnu Skylv Sørensen.

 

Tórun elskar sítt arbeiði, og tað er ikki dagur, har hon ikki fer glað til arbeiðis.

 

- Tað sama vænti eg av teimum, ið arbeiða hjá mær. Eg havi fittar og dugnaligar kvinnur og gentur aftrat mær, og hetta gleðist eg um hvønn dag, sigur hon.