ÚTVÍST
Ingi Rasmussen
Tey bæði koma til Føroya í september í fjør. Trupulleikarnir stinga seg upp, tá Rosalie fær arbeiði í Havn og skal hava p-tal. Heini vendir sær til løgregluna 11. desember í fjør og fær upplýst, at tað er neyðugt, at Rosalie Thomsen innan eina viku søkir um uppihalds- og arbeiðsloyvi.
? Eg havi skrivað til politimeistaran tann 13. desember, men eg fái onki svar. Eg havi bíðað, men vit hoyra onki aftur. Og nú vera vit bara víst av landinum, sigur Heini Thomsen.
Sosialurin hevur sæð brævið, sum hann hevur skrivað, og líkt er til,at partarnir tosa hvør sítt mál. Heini Thomsen skrivar soleiðis í brævinum til fútan:
»Da Rosalie og Herold er flyttet til Færøerne, er de blevet meldt til Sørvágs kommune. Dette er foregået helt og aldeles korrekt, efter anvisning fra udlændingedirektoratet«, skrivar Heini m.a. í brævinum, sum endar við orðunum: »Skulle De have kommentar til dette, skal de sendes til Heine Thomsen«. Og so verður bústaðurin nevndur.
Heini sigur, at hann fær onki svar, meðan løgreglan sigur, at hon áhaldandi roynir at seta seg í samband við parið uttan úrslit. Undir øllum umstøðum er greitt, at ongin umsókn kemur eftir uppihalds- og arbeiðsloyvi. Og tí verður Rosalie nú víst av landinum.