Tosa toruljós sínamillum?

Rúmdarmenn, sum hava sæð toruljós úr erva, hava fleiri ferðir spurt, um tey munnu tosa saman.

Toran og toruljós hava al­tíð fingið fólk at undrast á margfaldnið í náttúruni, menn enn er kanska okk­urt, sum vit ikki vita um hesi fyribrigdi. Fleiri av rúmd­armonnunum, sum hava malið kring Jørðina tey seinastu 40 árini, hava sæð toruljós úr erva, og fleiri teirra hava sagt, at tað tóktist, sum at toruljósini høvdu sam­band sínamillum, sjálvt um fleiri hundrað kilometrar vóru ímillum teirra.
Spurningurin er so, um tað er so, og tað hava ís­ra­elski professarin Yoar Yair og felagar hansara á Open University í Ísrael nú kann­að við upptøkum hjá ameri­konsku rúmdarferjuni Co­lumbia.
Í einari grein í tíðarritinum Science skrivar Yoar Yair, at sambært kanningunum er eitt ella annað samband ímillum toruljósini. Spurningurin er, hvat samband talan er um, og teir ísraelsku granskararnir halda, at eitt toruljós sendir elektromagnetiskar bylgjur niður á Jørðina, og at tær verða slongar uppaftur í luft­ina og elva til toruljós aðrastaðni. Hetta er ikki óhugs­andi, sigur Yoar Yair, sum tó viðgongur, at kann­ingarnar vísa ikki, at eitt toru­ljós kann elva til eitt ann­að toruljós fleiri hundrað kilo­metrar burturi.
- Men kanningar okkara benda á, at eitt ella annað fjalt samband er, skrivar hann í Science.