Tosa um uttanríkispolitikk

Danski uttanríkisráðharrin kunnar føroyskar politikarar um ymisk uttanríkismál, sum hava føroyskan áhuga. Ferðin er heilt ódramatisk, sigur Per Stig Møller

Uttanríkisráðharrin er komin at hitta landsstýrið og løgtingið fyri at tosa um felags áhugamál, sigur hann. Einki serligt stórmál er á skránni á hesi stuttu vitjanini.
Sum uttanríkisráðharri umsitur Per Stig Møller eisini tey mál, sum viðkoma Føroyum uttanríkispolitiskt, og okkurt er har at tosa um, sigur hann. Eitt nú komandi danskan limaskap í Trygdarráðnum.
Í tí sambandinum ætlar hann at kunna seg um, hvørt føroyingar munnu hava nøkur serlig áhugamál ella ynski har, sigur hann.
Eisini verður tosað um millumtjóða handil, og ivaleyst fer eisini ES málið at koma á borðið, sigur hann.
Her eru tað kanska serliga føroyingar, sum eru áhugaðir í at vita, hvussu verður við ríkisfelagsskapinum, um nú Danmark góðkennir ES grundlógina uttan tey fyrivarni, landið hevur, sum er.
Sjálvandi eru eisini onnur uttanríkismál, har Danmark er beinleiðis í eldinum. Eitt nú í Irak, sigur Per Stig Møller. Og hann heldur tað vera rímiligt, at Føroya Løgting verður kunnað um tað málið eisini.
?Hetta er ein heilt ódramatisk vitjan, sum eg vóni fer at gerast eitt árliga afturvendandi tiltak, siugr Per Stig Møller, danskur uttanríkisráðharri. Vit hava fleiri felags áhugamál, og tað er rætt, at vit í felag tosa um tey, segði hann í stuttari viðmerking, beint eftir at hann var lendur í Vágum mikumorgunin.
Uttanríkisráðharrin skuldi avstað aftur longu seinnapartin mikudagin.