Tosa við tveimum tungum

Tórbjørn Jaconsen hevur sagt við íslendska sjónvarpið, at landsstýrið ætlar, at Føroyar skulu hava fullveldi í 2006 ella 2007. Løgmaður heldur kortini fast um, at landsstýrið ikki hevur ásett nakað áramál

Løgmaður kennir einki til, at landsstýrið ætlar, at Føroyar skulu hava fullveldi innan 2006 ella 2007.

Kortini halda landsstýrismenn Tjóðveldisfloksins á at melda út, at Føroyar verða fullveldisríki innan hetta áramál.

Týskvøldið vísti Sjónvarp Føroya eina samrøðu, sum íslendska sjónvarpið hevði gjørt við Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann, í sambandi við fullveldisætlanina. Í samrøðuni segði Tórbjørn Jacobsen, at roknað verður við, at Føroyar verða republikk í 2006 ella 2007.

Høgni Hoydal, sum er varaløgmaður og harafturat landsstýrismaður við ábyrgd fyri sjálvstýrismálum, hevur meldað tað sama út í fjølmiðlunum. Hetta gjørdi hann í viðmerking, hann sendi bløðunum, tveir dagar eftir, at landsstýrið á tíðindafundi hevði kunngjørt nýggju sjálvstýrisætlanina.

Høgni Hoydal segði í viðmerkingini, at landsstýrið ætlar, at í seinasta lagi 2006 skulu øll málsøki vera komin undir føroyskt lóggávuvald og heimastýrislógin avriggað. Samstundis vísti hann eisini á, at hetta sjálvsagt kann gerast innan ta tíð.

Løgmaður hartaði í fjølmiðlunum Høgna Hoydal eftir hesa viðmerking og gjørdi greitt, at landsstýrið ikki hevði ásett nakað áramál fyri, nær vit skulu hava fullveldi.

Tað sama ger løgmaður nú eftir útmeldingina frá Tórbjørn Jacobsen.

? Landsstýrið gjørdist herfyri samt um eina felags útmelding. Og tað er hendan sama útmeldingin, sum enn er galdandi. Alt hitt er at tosa við síðuna av tí, sum landsstýrið er samt um, sigur løgmaður.

Anfinn Kallsberg ger greitt, at tað verður fólkið, sum á teirri seinnu av teimum báðum ætlaðu fólkaatkvøðunum kemur at gera av, nær tíðin er búgvin at taka fullveldi.

Løgmaður ásannar, at tað er óheppi, at landsstýrismenninir koma við slíkum útmeldingum. Men hann vil ikki siga, um hann fer at geva teimum átalu fyri sínar gerðir.

? Hvat eg fari at gera í hesum málinum er ikki nakað, sum eg fari at kunngera í pressuni, sigur løgmaður.