Í farnu viku kom Aksel V. Johannesen, landsstyrismðaur bæði í Kringvarpinum og í Rás 2 við nøkrum viðmerkingum til, at eingin sáttmáli er millum Ergoterapeutfelagið
og heilsutrygd.
Hann segði m.a., at tað almenna fer at koma við einum betri og bíligari tilboði við ergoterapi.
- Kundi hugsað mær neyvari greining av, hvussu hetta tilboðið skal verða betri. Eru tað dugnaligari starvsfólk? Betri útgerð. Fleiri viðgerðartímar til tað einstaka barnið? Betri utbúgving av ergoterapeutum, ella hvat er tað, sum gera tað betri? spyr Beinta Lassen.
Sum ánari og leiðari av ergoterapistovuni Ergo letur hon heilsa landsstýrismanninum, at hann skal leita leingi og dúpt eftir at finna betri og dugnaligari ergoterapeutum enn teimum, sum hava starvast hjá Ergo.
- At hann so tosar um vandan fyri feilmetan av diagnosu, yvirviðgerð og møguleiga skeivari viðgerð , er sera langt úti, og taka vit hetta sum eina ógvliga grova ákæru, sigur Beinta Lassen.
Hon finnur seg heldur ikki í at verða umrødd sum ein, ið hevur slanguna í landskasanum.
Beinta Lassen skilir væl sjónarmiðið, at veitarin og ánarin í summum førum eru sama fyritøka. Hinvegin hava hvørki foreldur, kommunulæknar ella málsviðgerðar á Almannastovuni áhuga í at laa børn vera ov leingi í viðgerð.
Aksel V. Johannesen hevur sagt, at tað almenna fer at kunna veita viðgerð fyri 150 krónur um tíman. Privati viðgerðartímin hevur kostað 475 krónur um tíman. Beinta Lassen trýr einki uppá, at tað almenna kann veita ergoterapi fyri so lítla upphædd.
- Eisini legði Aksel V. Johannesen ergoterapeutar undir at oyðsla skattakrónur burtur til óneyðugar venjingar, sum eftir hansara meting var ábyrgdin hjá foreldrunum. Hetta er ein sera álvarsom ákæra móti bæði ergoterapeutum og foreldrum og sigur ikki so lítið um hansara vantandi innlit og virðing fyri ergoterapeutiska fakinum, sigur Beinta Lassen.