Úttalilsini hjá danska forsætisráðharranum Poul Nyrup Rasmussen í føroyskari pressu herfyri um marknaósemjuni millum Føroyar og Bretland hava møguliga við sær, at málið ikki endar í Haag uttan víðari. Tey kunnu benda á, at vit fáa eina politiska ?rundu? eftir at samráðingarleiðin ikki kann brúkast meira. Tá Nyrup Rasmussen fór úr Føroyum seinasta mikudag bóðu vit hann um at greiða nærri frá, hví hann nú sjálvur vil hjálpa føroyingum í marknamálinum. Hann segði:
-Tað hevur ongantíð verið skeivt, tá tú hevur verið ígjøgnum nakrar tekniskar samráðingar á embætismannastigi - á serfrøðingastøði - at tú kemur hartil, at tú sigur við teg sjálvan: spurningurin er um vit ikki nú politiskt eiga at vita um ein kann at finna politiska loysn - eina neyðsemju, sum vit kunnu semjast um. Eg havi ta kenslu, at hetta er nakað, sum vit eiga at umhugsa.
Poul Nyrup sigur seg hava sagt við føroyskar politikarar og við landsstýrið, at verður tað í Føroyum gjørt av, at ein vil royna politisku leiðina, so fer hann at geva tí allan sín stuðul - 100%. -Eg vil eisini lova at hjálpa til uttan mun til um hetta verður á uttanríkis- ella forsætisráðharrastøði. Tað vil so eisini byggja á fyrireikingar og uppá samband við bretsku stjórnina.
Poul Nyrup leggur dent á, at tað verða føroyingar, sum koma at taka hesa
avgerð og sigur: -Mítt instinkt sigur mær, at tað er rætt at umhugsa hetta.