Toskaaling
Áhugin at ala tosk í Føroyum er vaksandi, og hesin áhugi kemst ikki minst av, at eitt nú norðmenn og íslendingar eru byrjaðir at fáa lønsemi í hesa framleiðslu. Okkara grannalond hava brúkt nógva orku til at menna toskaframleiðslu, og mett verður, at toskaaling kann gerast eitt áhugavert alternativ til laksa-og sílaaling.
Fyritreytirnar fyri at ala tosk í Føroyum skuldu verið góðar. Hitalagið í sjónum ger oyggjarnar væl egnaðar til hesa aling. Eisini verður mett, at toskur av Føroyabanka er framúr vælegnaður sum alifiskur, og eitt nú vístu royndir við aling í nítiárunum, at toskurin hevur sera góðar vakstrareginleikar. Vísindaliga er prógvað, at fiskurin hevur framúr góðan vøkstur.
Miðvís ætlan
P/F Fiskaaling er við í royndunum, sum nú eru í gongd at ala tosk í Føroyum, bæði á sjónum og í kørum á landi. Felagið hevur soleiðis lagt eina 3-ára ætlan fyri framleiðslu av toskayngli, og málið hevur verið at framleiða 150.000 yngul í 2006, 300.000 í 2007 og 500.000 í 2008.
Ætlanin er síðan, at tá toskalingin í Føroyum er komin í gongd skal vinnan sjálv yvirtaka yngulframleiðsluna.
Fyri og eftir ársskiftið vórðu 100.000 toskayngul sett út á Árnafirði, og 38.000 yngul svimja nú í kørum í Hvalba.
Toskaaling í Føroyum er á royndarstigi, og torført er at meta um, hvønn týdning henda vinna kann fara at fáa.
Í løtuni verða flestu aliøki kring um á firðum og sundum nýtt til aling av laksi og sílum, men lønsemi í nýggju alingini verður helst avgerandi fyri, hvussu framtíðin við alingini fer at mynda seg.
Norskur kapasitetur
Miðjað verður eftir, at 300.000 toskayngul verða klár at seta út aftur í heyst og tøkan av toskinum, sum longu er sett út, verður einaferð í komandi ári. Tá fer eisini at bera til at máta, hvussu úrtøkan hevur verið av hesi fyrstu veruligu royndini at ala tosk í Føroyum.
Arbeiðið, sum P/F Fiskaaling ger, fer fram undir leiðslu av Arna Kolbeinshavn, sum hevur drúgvar royndir við yngulframleiðslu úr Noregi.
Fiskurin verður strokin og rognini gitin. Tey verða síðan havd á klekjaríi, til tey eru klár at seta út sum larvur í startfóðringseindir.
Sjódepilin í Nesvík er væl egnaður til hesa framleiðslu.