Toskaprísurin í Noregi fellir

Eftir at prísurin á toski hevur verið ómetaliga góður í heyst, er nú líkt til, at prísirnir fara at fella nakað aftur - og norðmenn hava longu staðfest, at fall hevur verið í prísunum undan jólum

Fiskivinna

Noreg hevur í ár útflutt umleið 14.482 tons av feskum toski, og miðalprísurin fyri árið liggur um slakar 30 krónur fyri kilo. Um somu tíð í 2005 útflutti Noreg tilsamans 17.950 tons fyri ein miðalprís upp á 26,24 krónur fyri kilo.
Prísurin á toski hevur verið ógvuliga góður í heyst, men um miðjan desember byrjaði prísurin at lækka og endaði ta einu vikuna niðri á 33 krónum fyri kilo til ES.
Í fyrra helmingi av desember var prísurin á feskum norskum toski til útflutnings nevniliga út við 40 krónur fyri kilo.
Í 2006 útflutti Noreg tilsamans 17.738 tons av frystum toski fyri ein miðalprís, sum var 23,03 krónur fyri kilo. Í 2005 var miðalprísurin hinvegin 20,13 krónur fyri kilo, og tá var samlaða nøgdin fyri árið 18.745 tons, skrivar Fiskaren.