Toski, hýsu og upsa vantar ikki føði á Føroya Banka

Tað vísa yvirlitstrolingar, sum Magnus Heinason gjørdi á Føroya Banka í september

Fiskivinna 

Í samandráttinum um yvirlitstrolingarnar, sum fólk frá Fróðskaparsetrinum og Fiskirannsóknarstovuni gjørdu við Magnus Heinasyni á Føroya Banka í døgunum, 13-17. september í ár, verður sagt, at meira er til at toski og hýsu enn seinastu undanfarnu árini. Hinvegin er upsin í minking. Tó fekst meira av upsa fyri hvørt tóvið í heyst enn á heysti ár 2000.
  Miðallongdin á toski, hýsu og upsa er á leið tann sama sum í fjør.
  Neyvt sigur frágreiðingin, at miðallongdin á toskinum var 79 cm., og mest var til av 2 og 3 ára gomlum toski. Hetta er fiskur, sum er umleið 60 og 75 cm. til longdar. Miðallongdin á hýsu var 38 cm., og mest var av støddunum, 15 cm., 25 og 50 cm. Tað er hýsa, sum er avíkavist 0, 1 og 3 ár gomul. Lítið var til av 2 ára gamlari hýsu. Miðalstøddin á upsanum var 60 cm.

Væl fyri

- Kanningarnar vístu, at toskurin, hýsan og upsin á Føroyabanka eru væl fyri, og einki er sum bendir á, at fiskinum vantar føði, siga tey fýra, Arnold Henriksen, Rógvi Mouritsen og Marit Pedersen frá Fiskirannsóknarstovuni og Eyðfinn Magnussen frá Fróðskaparsetrinum.
  Mátingar av hitanum vístu, at sjógvurin við botnin er heitari enn seinastu undanfarnu árini. Miðalhitin hendan túrin var 10,92 °C. Hetta er 0,4 °C heitari enn somu tíð í fjør, tá hitin var 10,52 °C.
  - Enn er ov tíðliga at siga, um hendan gongdin fer at halda fram, men hesin hitavøkstur varð eisini staðfestur á váryvirlitistrolingini seinast. Tá var miðalhitin 0,39 °C heitari enn á vártúrinum í 2001, 8,20 °C móti 7.81 °C í 2001.

400 nytrur

Høvuðsendamálið við túrinum hjá Magnusi Heinasyni var at fáa eitt mát fyri nøgdina og lívfrøðina hjá teimum týdningarmestu fiskasløgunum á Føroyabanka. Eisini vórðu tey havfrøðiligu viðurskiftini á Bankanum kannaði.
  Reiðskapurin, sum nýttur varð til royndirnar, var 116 fóts kassatrol við 40 mm. meskum í posanum og við vanligum grunni. Breidlarnir vóru 60 m. og 120 m. Lemmarnir vóru av slagnum, Steinhamns, og síðan nýttu tey ein minilog temperatur-og dýpdarmátara, Sea-Bird CTD og ein WP-2 glúp.
  Á túrinum miðjaðu tey eftir at taka 400 nytrur av toski, hýsu og upsa, men bert 259 upsanytrur vórðu tiknar, tí ov lítið var at fáa.

Heitari sjógvur

Í talvu er miðalhitin við botnin vístur fyri hvørt tov. Her sæst, at hitin liggur millum 8,26 og 11,50 °C. Sjógvurin var heitastur inni á Bankanum og kólnaði so út móti kantinum. Hesin hitamunur kemst av, at tann grunni sjógvurin inni á Bankanum um summarið verður hitaður av sólini og av tí, at luftin tá er heitari enn sjógvurin. Um veturin og tíðliga um várið er tað øvut; tá er tann grunni sjógvurin kaldastur. Síðan 1997 hevur miðalhitin við botnin í 2002 verið tann heitasti í hesum tíðarskeiði. Miðalhitin hendan túrin var 10,92 °C. Hetta er 0,4 °C heitari enn somu tíð ár 2001, tá ið hitin var 10,52 °C.
  - Enn er ov tíðliga at siga, um hendan gongdin fer at halda fram, men hesin hitavøkstur varð eisini staðfestur á váryvirlitistrolingini seinast. Tá var miðalhitin 0,39 °C heitari enn á vártúrinum í 2001, 8,20 °C móti 7,81 °C. Kaldasta árið í tíðarskeiðnum, 1997-2002, var í 1999, tá ið miðalhitin var 10,44 °C.

Veiðan

Á túrinum í heyst fekk Magnus Heinason tilsamans 34 ymisk fiskasløg; tað eru tvey færri enn á heysti 2001. Av fiskasløgunum, sum vórðu fingin í 2001, men ikki í heyst, vóru skøta, fagurserkur og búksvartur hávur. Harafturímóti fekk Magnus Heinason 5 fiskasløg í heyst, sum ikki vórðu fingin í fjør, nevniliga hemara, svartfisk, kikarafisk, hvasshvoysu og hvíting.
  Samlaða veiðan á heysti 2002 var 49.569 kg. Í 2001 gav túrurin 35.198 kg. 
  Í talvum verður greitt frá, hvussu nógv varð fingið í hvørjum tóvi av hvørjum einstøkum fiskaslagi. Mest verður gjørt burtur úr toski, hýsu og upsa.

Toskurin væl fyri

Toskaveiðan á Føroya Banka í heyst var sløk 14.000 pund, og toskur varð fingin á 25 av teimum 28 støðunum, ið roynd vórðu. Toskur fekst yvir tað mesta av Bankanum, undantikið á trimum leiðum, har djúpt var.
  Mest var av toski, sum var umleið 60 cm. og 75 cm. til longdar. Hetta er 2 og 3 ára gamal fiskur. Miðallongdin var 79 cm. Í fjør var miðallongdin 78 cm. Hetta er nakað minni enn undanfarin ár, tá miðallongdin á toski hevur verið millum 85 til 90 cm. Hetta kemst av, at nú er meira til av smærri toski enn undanfarnu árini, tá so at siga bert stórur toskur hevur verið at fingið á Bankanum.
  Fiskurin á Føroyabanka er væl fyri, og einki bendir á, at honum vantar føði.

Hýsan veksur

Yvirlitstrolingarnar í heyst góvu tilsamans 33.878 kg. av hýsu. Hýsa var at fáa yvir tað mesta av Bankanum, tó mest inni á tí grunna. Miðallongdin var 38 cm., ið er júst tað sama sum í fjør.
  Síðan á heysti 1991, hevur hýsuveiðan á Bankanum øll árini verið í støðugum vøkstri. Miðalveiðan av hýsu hendan túrin var væl hægri enn túrin árið fyri, nevniliga 1.210 kg. fyri hvønn fiskitíma hesaferð móti 693 kg. í 2001.

Minni upsi

Samlaða veiðan av upsa var 2.739 kg., og størsta tóvið varð fingið í útsynningshorninum av Bankanum. Miðallongdin var 60 cm., og hetta er á leið tað sama sum árið fyri, tá miðallongdin var 56 cm. Miðalveiðan hendan túrin var 98 kg. fyri hvørt tóvið, og tað er væl minni enn í 2001, tá miðalveiðan var 229 kg. Í heyst var tó meira at fáa í hvørjum tóvi enn á heysti ár 2000.