Toskur á Føroyabanka – hvaðani er hann komin?

- Yngulkanningar benda á, at toskurin alla tíðina hevur verið á Føroyabanka, siga tey á Havstovuni í einari frágreiðing, sum júst er almannakunngjørd.

 

 

Føroyabanki er eitt øki í ein útsynning úr Føroyum, har dýpið er umleið 100 metrar á tí grynsta partinum. Toskurin á Føroyabanka er roknaður sum ein egin toskastovnur, tí merkingarroyndir vísa, at fiskur ferðast nærum ikki til ella frá øðrum havøkjum.

 

- Tað er eisini munur á arvatilfarinum hjá toski á Føroyabanka samanborið við aðrar toskastovnar. Toskur á Føroyabanka veksur sera skjótt fyrstu árini og er longu yvir 80 sentimetrar langur og vigar yvir 8 kilo, tá hann er fýra ára gamal.

 

Á Havstovuni vísa tey á, at til samanberingar er ein toskur á føroyska landgrunninum umleið 60 sentimetrar langur og vigar 2,3 kilo, tá hann er fýra ára gamal.

 

- Toskurin kemur í yvirlitstrolið, tá hann er tvey ára gamal og eldri. Mest er at fáa, tá toskurin er fýra ára gamal. Fáir toskar gerast eldri enn 10 ár. Tað, at smáir fiskar ikki koma í veiðina, er einki serstakt fyri tosk á Føroyabanka, men er vanligt fyri nógv fiskasløg í øðrum havøkjum.

 

Á Havstovuni halda tey tað vera torført at vita, hví so er, tí tað er so torført at eygleiða fisk og annað livandi tilfeingi í havinum.

 

- Eitt boð kundi verið, at smáfiskur má fjala seg fyri størri fiski soleiðis, at hann ikki verður etin.

 

Á landgrunninum fjalir smáfiskur seg í taraskóginum. Taraskógur er ikki á Føroyabanka, og smáfiskurin á Føroyabanka hevur helst færri møguleikar at fjala seg og verður helst oftari etin.

 

- At veksa skjótt fyrstu tíðina er helst ein tillaging til hesar umstøður. 

 

Nøgdin av toski á Føroyabanka gjørdist sera lítil í 2004 eftir nógva vinnuliga roynd, og í 2008 varð Føroyabanki friðaður fyri mest sum alla vinnuliga veiðu.

 

- Í 2020 vóru greið tekin um, at toskurin var í ferð við at koma fyri seg aftur, og varð Føroyabanki tá latin upp aftur fyri eina avmarkaðari vinnuliga veiði.

 

Men, hvaðani er toskurin so komin, nú tað hevur verið ført fram, at toskurin á Føroyabanka “er komin aftur”.

 

- Í hesum liggur, at toskurin møguliga er komin frá øðrum havleiðum. Merkingarroyndir hava verið gjørdar á føroyska landgrunninum síðan 1997, og higartil er eingin av merktu toskunum fingin aftur á Føroyabanka í tíðarskeiðnum frá 2020.

 

Hetta bendir á, heldur Havstovan, at toskurin ikki er komin av føroyska landgrunninum og út á Føroyabanka. Hinvegin benda yngulkanningar á Føroyabanka á, at toskurin alla tíðina hevur verið á Bankanum.

 

- Flestu av toskunum, sum eru fingnir eftir 2020, eru gýttir í 2015 til 2018. Hetta eru fyrstu ár, sum góvu líkinda nøgd av toskayngli síðan 2004.

 

Á Havstovuni siga tey, at verður hugt at øllum árgangum síðan 1993, er gott samsvar millum nøgd av toskayngli og ta nøgd, sum verður fiskað av árganginum seinni í lívinum.

 

- Tað er tí mest sannlíkt, at toskurin á Føroyabanka hevur verið har alla tíðina og ikki er komin av øðrum havleiðum. 

 

Lagt verður aftrat, at tann brádliga økingin av toski á Føroyabanka í 2020 reisir kortini spurningin, hvar hesin toskur er komin frá.

 

- Tað er sjáldsamt at fáa smáan tosk á Føroyabanka við línu, snellu ella troli. Frásagnir frá fiskimonnum benda á, at soleiðis hevur tað altíð verið.

 

Ein orsøk er, heldur Havstovan, at toskurin veksur so skjótt, men eisini, at smáur fiskur hjá nógvum fiskasløgum í nógvum havøkjum er torførur at fáa í fiskireidskapi.

 

- Tað greiða sambandið millum nøgd av toskayngli og nøgdina, sum seinni er fingin av hesum toski, er greið ábending um, at toskurin á Føroyabanka ikki er komin úr øðrum havøki, men hevur hildið seg á Føroyabanka.