Meðan prísurin á hýsu fall á marknaðinum í dag í mun til í gjár, var prísurin á toski betri í dag enn í gjár.
Besti miðalprísur fyri hýsu á søluni hjá Fiskamarknaði Føroya í gjár var 23,01 krónur fyri kilo. Hetta var fyri 4,8 tons av hýsu 2. Hyggja vit eftir, hvat hýsa 2 fór fyri á søluni í morgun, fóru stívliga trý tons fyri miðalprísin 18,37.
Í gjár fór hýsa 3 fyri 13,32 og í morgun fyri 11 krónur fyri kilo. Sum heild var prísurin fyri hýsu væl lægri í dag enn í gjár, tó at nøgdirnar í gjár vóru størri.
Hyggja vit at toskaprísinum, fekst meira fyri tosk í dag enn í gjár. Í dag fóru 4,6 tons av toski 3 fyri miðalprísin 24,86 - og í gjár fóru 4,2 tons av toski 3 fyri 20,50 krónur fyri kilo.
Besti toskaprísur í dag var fyri stívliga 300 kilo av toski 1, sum fekk miðalprísin 29,32 krónur fyri kilo.
Samlaða nøgdin á søluni hjá Fiskamarknaði Føroya í dag var sløk 18,6 tons, sum vórðu seld fyri slakar 350.000 krónur - ella fyri ein samanlagdan miðalprís á 18,80 krónur fyri kilo.