Toskurin á Føroyabanka í stórari kreppu

Toskarnir á Føroyabanka kunnu skjótt teljast á einari hond, sigur Havstovan

Tað gongur stak illa við tí tiltikna toskinum á Føroyabanka.

 

Magnus Heinasson hevur trolað eftir bankatoski í fimm dagar, nú í september.

 

- Men í 29 hálum fingu teir bara 32 toskar, sigur Havstovan.

 

- Miðalveiðan av toski, sum Magnus Heinason fekk á Føroyabanka, var einans 12 kg fyri hvønn fiskitíma.

 

- Hetta er bara helvtin helvtin av veiðuni á síðsta heyst, tá ið veiðan eisini var stak vánalig.

 

Tilsamans vigaðu teir 32 toskarnir, Magnus Heinason fekk nú í september, 347 kilo. Hetta svarar til eina miðalveiðu, ið er 12 kilo fyri hvønn fiskitíma og tað eru 51 prosent minni enn síðsta heyst, tá ið veiðan av toski var 703 kilo.

 

- Støðan hjá toskinum á Bankanum er sostatt sera vánalig, og hon bara versnar. Nú kunna toskarnir skjótt teljast á einari hond, sigur Havstovan

 

Hinvegin kunnu tey fegnast um, at toskurin í heyst var 10 prosent feitari enn fyri einum ári síðani.

 

Men tað stendur ikki bara illa til við toskinum á Føroyabanka.

 

- Tað er eisini sera lítið til av hýsu og upsa, sigur Havstovan.

 

Miðalveiðan av hýsu hendan túrin var 36 kilo fyri hvønn fiskitíma, afturímóti 27 kilo síðsta heyst.

 

- Hetta er ein vøkstur uppá 36 prosent, samanborið við síðsta heyst.

 

 Tilsamans vigaði veiðan av upsa 78 kilo, sum svarar til trý kilo fyri hvønn fiskitíma.

 

Hetta er 82% minni enn upsaveiðan í 2012, sigur Havstovna

 

Eisini upsin var eitt sindur feitari í ár enn fyri einum ári síðani.