Toskurin er heldur frægari fyri nú

- Hetta átti at verið besta tíð hjá fiskinum, og tað er kanska serliga hetta, sum órógvar, heldur Høgni Hansen, stjóri á Fiskamarknaði Føroya.

 

 

Í summar og í heyst hevur nógv verið frammi um, at útróðrarfiskur hevur verið rak og meira rak enn vanligt. Tað er serliga toskurin, sum hevur verið óvanliga rak, men teir, sum fiska hýsu, hava eisini lagt til merkis, at hýsan hevur verið meira rak enn vanligt í mun til árstíðina.

Serlig fyribrigdi hava eisini verið, har bátar hava fingið nógvan tosk inni á firðum, og at síggja til hevur toskurin ligið eftir tí, sum kemur frá virkjum.

Hetta heldur ófrættakenda fyribrigdi hevur eitt nú verið at sæð inni á Vestmanna, Fuglafirði og Kollafirði, har menn í bátum hava fiskað heilt inni móti bryggjuni og hava fingið nógvan tosk.

Tó hevur ikki allur hesin fiskur verið líka rak, men tað kemst neyvan uttan um, at fiskurin - og tá serliga toskurin - leitar eftir føði.

Høgni Hansen, stjóri á Fiskamarknaði Føroya, sigur, at toskurin, sum útróðrarbátar og línubátar fáa, framvegis er rak í mun til árstíðina. Teir, sum fiska hýsu, hava eisini hildið, at hon átti at verið feitari, nú vit eru komin so langt út á heystið.

Hann sigur, at útróðrarmenn lata heldur frægari at nú, enn tá fiskurin fyrr í heyst at síggja til var ringast fyri. - Hetta átti at verið besta tíð hjá fiskinum til dygdar, og tað er kanska serliga hetta, sum órógvar, heldur Høgni Hansen.

Stjórin á Fiskamarknaði Føroya sigur hinvegin, at einki hevur verið at hoyrt um, at eitt nú longa, brosma ella svartkalvi hava verið rak. - Nú síggja vit ikki so nógvan upsa, so her dugi eg ikki at siga, hvussu tann fiskurin er fyri.

Høgni Hansen vísir á, at fleiri av línuskipunum plaga at royna vestan fyri, og tað hevur altíð verið sagt, at fiskurin – og tá serliga toskurin – er meira rak vestan fyri enn eystanfyri. Hinvegin eru línuleiðirnar vestan fyri góðar, og har er gjarna væl meira fiskur at fáa.

- Men, tá skipini fara longur vestur, eitt nú vestur á Íslandsryggin, er toskurin har ordiliga væl fyri í mun til inni á grunninum.

Stjórin á Fiskamarknaði Føroya sigur, at toskurin, sum skipini fáa á Íslandsrygginum, í løtuni gevur eini átta prosent størri úrtøku enn toskurin inni á landgrunninum. Á Íslandsrygginum fæst næstan bara toskur og eitt sløð av svartkalva og blálongu, men næstan eingin hýsa.