Toskurin í Norðsjónum er ikki í vanda

Tað halda í hvussu er donsku fiskimenninir. Teir halda, at toskurin er farin longur norður. Enskir, skotskir og niðurlendskir fiskimenn siga tað sama

Herfyri boðaði altjóða havrannsóknarstovnurin ICES frá, at toskastovnurin í Norðsjónum er so illa fyri, at myndugleikarnir eiga at steðga fiskiskapinum.
Men hesum tekur danska fiskimannafelagið ikki undir við. Í einum brævi til fiski- og matvørumálaráðið í Keypmannahavn skrivar Michael Andersen, sum er fiskifrøðingur hjá fiskimannafelagnum, at tað er ikki neyðugt at banna monnum at fiska tosk í Norðsjónum. Fiskifrøðingurin gevur ICES rætt í, at minni toskur er at fáa í Norðsjónum nú enn fyrr, men eitt veiðibann heldur hann kortini ikki vera neyðugt.
Tað er ikki bara teir donsku fiskimenninir, sum eru ímóti tilmælinum hjá ICES, tí fiskimenninir í Skotlandi, Onglandi og Niðurlondum hava somu hugsan sum teirra donsku starvsfelagar. Fiskimanna-feløgini í teimum fýra londunum hava tí spurt sínar limir, hvussu toskafiskiskapurin í Norðsjónum vignaðist fyrra hálvár í ár samanborið við fyrra hálvár í fjør. Kanningin vísir, at 36 prosent av fiskimonnunum halda, at tað var minni toskur at fáa fyrra hálvár í ár, meðan 37 prosent svaraðu, at meiri var at fáa í ár enn í fjør.
Flytir seg
Carsten Krog, sum eisini er fiskifrøðingur hjá danska fiskimannafelagnum, sigur, at kanningin vísir eisini, at toskurin hevur flutt seg longur norður. Millum 50 og 60 prosent av teimum spurdu fiskimonnunum siga, at teir hava fingið meiri tosk har norðuri í Norðsjónum í ár enn í fjør, samstundis sum millum 40 og 50 prosent svaraðu, at minni hevur verið at fáa á teimum syðru leiðunum í ár.
Danska fiskimannafelagið sigur, at næstan allir hinir stovnarnir í Norðsjónum eru betri fyri í ár enn í fjør. Talan er um eitt nú hýsu, upsa, reyðsprøku, sild og rækjur. Hetta saman við tí ivasama tilmælinum um toskin ger, at fiskimannafelagið kann ikki taka undir við ICES um at banna toskafiskiskapinum, sigur felagið.
Toskakvotan í Norðsjónum er 50.000 tons í ár, og donsku fiskimenninir halda, at hon eigur at verða tann sama næsta ár.