Toskurin og hýsan illa fyri

Fyribils niðurstøðurnar frá yvirlitstrolingunum hjá Magnusi Heinason boða ikki frá góðum.

Yvirlitstrolingarnar á Landgrunninum á vári eru lidnar fyri í ár, skrivar Havstovan á heimasíðu síni.

 

Hetta eru kanningar, ið hava verið gjørdar á hvørjum ári síðan 1982, og er høvuðsendamálið at fáa eina mynd av, hvussu støðan er í teimum ymsu stovnunum, serliga av toski, hýsu og upsa.

 

Fyribilsúrslit staðfesta, at stovnarnir av toski og hýsu enn eru illa fyri, og at upsastovnurin er í hampuligum standi. Gleðiligt er, at hýsustovnurin er í spakuligum vøkstri, serliga vegna batnandi tilgongd, skrivar Havstovan.