Toskurin vaksin tríggjar sentimetrar

Toskurin, ið átti merkið, sum vann árliga lutakastið hjá Havstovuni, var voksin tríggjar sentimetrar.

Lutakast millum teirra, sum hava latið fiskamerkir inn seinasta árið, var 30. oktober 2015. Vinnarin gjørdist Andrias Ludvig á Tvøroyri. Toskurin við vinnandi merkinum var merktur 16. oktober 2008 vestur úr Skúvoynni, og var fingin við snellu vestan fyri Suðuroy í tíðarskeiðnum frá 2009 til 2011. Hann var tá vaksin 3 cm.

 

Lutakastið var hildið á Hotel Skálavík. Fimm sjómenn møttu upp til tiltakið. Linjohn Christiansen, borgarstjóri í Skálavík, tók tann vinnandi seðilin. Hallbjørg Hansen frá Landsgrannskoðanini helt eyga við, at lutakastið fór fram á rættan hátt.