Dagurin situr framvegis rimmarfastur í minninum. Líradagur 26. august 1988. Henda dagin fór fyrrverandi stjórin í SVF og sitandi tíðindaleiðarin á TV2 Bornholm, Árni Gregersen, í viðgerð fyri rúsdrekkamisnýtslu. Hann hevði drukkið illa síðan fyrst í áttatiárunum, og ein dag august í 1988 valdi hann endaliga at seta proppin á fløskuna.
-Tað var komið so langt, at eg bæði hevði mist arbeiðið og familju, um eg helt fram. Eg hevði eitt tíðarskeið á eini seks til sjey ár, har drekkingin bara vant upp á seg. Eg drakk ikki hvønn dag, men drakk hinvegin í tørnum, greiðir 54 ára gøtumaðurin frá.
Spurdur, hvussu tíðindamaðurin og familjumaðurin Árni Gregersen fekk gerandisdagin at hanga saman, tá rúsdrekka tók yvirhond, svarar fyrrverandi stjórin í Sjónvarp Føroya:
-Nógv fólk vita, at tað ikki altíð eydnaðist at halda arbeiðið og rúsdrekka atskilt.Tað var tó hvørki tá, ið eg var í útvarpinum ella sjónvarpinum beinleiðis, at tað hendi, men undir onkrum uppgávum, tá ið upptøkur vóru gjørdar varð tað heldur stuttligt.
Gøtumaðurin minnist serliga á ein pínligan tilburð, meðan hann var í arbeiðsørindum.
-Einaferð gekk heilt galið. Eg fór til Tvøroyrar fyri Útvarpið at siga frá einum dysti. Eg var heldur illa fyri, og tá eg so møtti nógvum blíðum fólki, tók eg ov nógv til mín. Úrslitið bleiv, at tá eg skuldi siga frá dystinum var lítið og einki skil á. Ein ógvuliga pínlig og skammfull hending, fortelur Árni Gregersen.
Eitt høgg
Árni Gregersen er langt frá einasti maður, sum eitt tíðarskeið hevur havt trupulleikar við rúsdrekka. Hann hoyrir kortini óiva millum teir fáu føroyingar, sum hevur eydnast at gerast turrlagdur eftir fyrstu royndina á viðgerðarstovni.
Spurdur, hvør orsøkin er til, at hann megnaði at leggja rúsandi løgin frá sær eftir fyrstu royndina í viðgerð, svarar hann:
-Eg havi onga forkláring upp á tað. Tað var bara vanligt vit og skil, sum segði mær, at eg kundi ikki halda fram við at drekka. Tá eg hevði tikið avgerðina, var tostin burtur, og tað sigur mær so mikið, at tostin ikki situr í hálsinum, men millum oyrini.
Eftir væleydnaðu viðgerðina í Íslandi vendi Árni Gregersen aftur til ein vanligan gerandisdag í Føroyum, men hann varnaðist okkurt var broytt.
-Eg minnist væl, tá eg fór í Kiosk Aktiv um kvøldarnar at keypa bløð, møtti eg ofta fólki, sum altíð vóru klár at bjóða mær ein lítlan. Tá eg legði av at drekka, sá eg ongantíð hesi fólk aftur. Eg havi heldur ongantíð sæð hesar menninar, sum hildu til í ymiskum kjallaraíbúðum í Eysturbýnum, síðan, fortelur Árni Gregersen smírandi.
Ein Gregersen
Árni Gregersen er føddur í Norðagøtu í 1951. Hann er sostatt uppvaksin í teimum trongu 50 árunum. Kortini klagar bulmikli gøtumaðurin ikki. Pápi Árna var bæði bóndi og sjómaður, so familjan Gregersen hevði nóg mikið av bæði kjøti og fiski.
At eita Gregersen til eftirnavn í Gøtu er nakað heilt serstakt. Gregersen menninir hava altíð borið orð fyri at vera ágrýtnir og virkisfúsir vinnulívsmenn, sum dáma væl at ráða.
Spurdur, um tað nakrantíð hevur kenst strævið at vera av Gregersen slagnum í einum lítlum lokal samfelag sum í Gøtu, svarar Árni Gregersen:
-Satt at siga havi eg ongantíð fingið viðmerkingar um tað í Gøtu, men eg havi hinvegin fingið skotið okkurt í skógvarnar, tá eg havi verið aðrastaðni í landinum.
Flest allir Gregersen menninir hava verið ella framvegis eru virknir vinnulívsmenn, men kortini valdi Árni eina lívleið sum tíðindamaður.
-Eg hevði góða sjónatúr, og eg var nógv til sjós sum yngri. Eg fekk kortini tíðliga at vita, at eg fekk ikki sjónroynd sum skipari, so tann møguleikin glapp. Hinvegin hevði eg eitt ynski um at gerast tíðindamaður frá heilt ungum árum sigur Árni Gregersen.
Hóast Gregersen menninir úr Gøtu vanliga bera orð fyri at vera fólkafloksveljarar, sigur Árni seg ikki kunnað sameina seg við nakran politiskan flokk.
-Øll, sum kenna meg vita, at eg eri frælsishugaður. Eg haldi, at vit skulu taka ábyrgd á so nógvum sum gjørligt. Tú kanst siga, at eg liggi á loysingarvonginum, men eg havi altíð verið ein ótrúgvur veljari, tí eingin flokkur kann binda meg, sigur hann.
Bragdligur
Árni Gregersen er fúsur at fortelja, tá hann verður biðin at greiða frá sínum meira persónligu síðum og eginleikum.
-Eg haldi eg eri gávaður við einum løttum lyndi, og eg haldi eisini eg eri opin. Tað liggur eitt sindur til slagið at vera ótolin, og eg eri eisini kanska eitt sindur ov bragdligur. Hóast tú gerst meira róligur við árunum, kann eg framvegis rópa nógv og kasta við tingum, um onkur brølari verður gjørdur, fortelur 54 ára gamli gøtumaðurin.
Hann leggur afturat, at hann altíð hevur verið ein spillopmakari, sum hann málber seg.
-Tað er ikki altíð so langt frá tanka til handling hjá mær. Eg livi framvegis tjúkt upp á at vera ein spillopmakari. Eg haldi tað eru fáar støður, sum tú ikki kanst loysa upp fyri eitt sindur av skemti. Sjálvandi er tað kortini eitt mark fyri, nær tú ert fjolluttur og nær tað er rætt at skemtast, vísir Árni Gregersen á.
Tíðindaleiðarin á Bornholm hevur eisini eina grundreglu, sum hann hevur fylgt stóran part av lívinum.
-Eg plagi at siga við børnini hjá mær, at tú skalt altíð hava eina meining um tingini, men tú nýtist ikki hvørja ferð, tú møtir einum fólki at siga tína hugsan. Tú skalt meina tað, tú sigur, men tær nýtist ikki altíð at siga tað, tú meinar. Hesin hugburður hevur eisini við sær, at eg kanska eri nakað konfliktdovin. Ikki tí, eg taki kortini gjarna tær konfliktir, sum skulu takast, men eg eri kanska eitt sindur rundur í tí-bæði so og so, fortelur hann flennandi.
Aftur á gólvið
Tað eru eftirhondini 11 ár, síðan Árni Gregersen flutti til Bornholm við familjuni. Gøtumaðurin dugir ikki at siga, nær føroyingar kunnu vænta at síggja fyrrverandi sjónvarpsstjóran aftur í føroyska fjølmiðlaheiminum.
-Tað er ikki ómøguligt, at eg vendi aftur í føroyska fjølmiðlaheimin. Onkuntíð hugsi eg, at tað kundi verið stuttligt at arbeitt aftur sum vanligur tíðindamaður. Tað mesta, eg fáist við í dag er fyrisiting og leiðsla, og tá saknar tú ofta hetta við at tosa við fólk og formidla tíðindi. Tað er ótrúliga stuttligt at sleppa at fortelja eina góða søgu, og hetta er eisini tað grundleggjandi í journalistfakinum, sigur Árni Gregersen at enda.