Tottenham møtir liði úr 8. deild

Marine F.C. tekur móti Tottenham í 3. umfari í FA Cup

Lutakastið um triðja umfar í FA Cup varð avgreitt mánadagin, og serliga eitt lið í lægru deildunum kann fegnast um mótstøðuliðið.

Marine Football Club, eitt lið úr Northern Premier League Division One, skal spæla á heimavølli móti Tottenham Hotspur, oddalið í Premier League.

Northern Premier League Division One er áttanda besta deildin í enskum fótbólti, og hetta er sostatt størsta frástøðan í deildum, ið nakrantíð hevur verið spæld í FA Cup regi.

Marine F.C. hoyrir heima í Crosby í Lancashire í Norðuronglandi, og hevur heimavøll á Rossett Park, sum hevur um 3000 áskoðarapláss - men bert um 300 sitipláss.

Marine F.C. hevur vunnið sjey dystir fyri at koma í triðja umfar í FA Cup, og sambært formaninnum er ætlanin at spæla, sum best ber til.

– Hetta er eitt ótrúligt lutakast, sigur Neil Young, formaður í Marine F.C., við BBC One.

– Vit fara at planleggja sum best ber til. Vanliga hevur José [Mourinho, red.] sterk lið. Vit hava vunnið sjey dystir fyri at koma higar, og hetta er ein góð vinningur, sigur Neil Young, sum vónar at fáa um 1600 áskoðarar til dystin.