Stóra stjørnan hjá AS Roma er Fransesco Totti, sum eisini er liðformaður í felagnum. Hann hevur verið fyri atfinnginum seinastu tíðina, og miðlarnir hava ivast í hansara týdningi fyri Roma. Men í gjár svaraði Totti aftur við at skjóta hattrick. AS Roma spældi ímóti Bari, og Totti skoraði øll málini í 3-1 sigrinum hjá Roma. Totti hevur fyri stuttum longt sín sáttmála við Roma við fimm árum.