Heini Olsen
Í sínari tíð lá tað líkasum í luftini, at allar bygdir, har tað var gjørligt, skuldu fáa vegasamband og alt annað, sum lættir okkum um gerandislívið.
Frásæð Gásadali, var vegasetningurin í seinnu helvt av 1980-unum rokkin. Gásadalstunnilin kom eini 15 ár seinni.
Svínoyggin
Svínoyingar hava fleiri ferðir søkt um at fáa ein tunnil undir Havnartind vestur í eitt framtíðar havnarlag við Havnartanga í útnyrðingshorninum á oynni.
Minnist meg rætt, skal tunnilin verða umleið tveir km til longdar og vegurin umleið ein km.
Nú eru nøkur ár liðin, síðani eg fyri aldur fór burtur úr neytunum, sum kollfirðingurin tók til, men líkinda tunnil fæst neyvan fyri minni enn 25 mió. kr/km, um tað í heila tikið við dagsins framkomnu amboðum ber til at spreingja einkultbreytaðan tunnil. Grótnavarin hjá SEV kann bora um 3 metrar í vídd; men er tað í so trongt, og hann er tungur og torførur at flyta.
Alt eftir lendinum haldi eg vegin kunna gerast fyri einar 8-10 mió. kr/km, hetta so frægan, at bilar við varsemi kunnu møtast. Smalari breidd er so torfør at gera við størri amboðum, at tað neyvan loysir seg.
Hvat havnarlagið fer at kosta, dugi eg illa at meta um; men ikki fæst nógv undir einar 15 mió. kr.
Hetta kemur sostatt á bíligasta hátt at kosta einar 75 mió. kr, og er tað ivaleyst skilagott sum eina roynd at rinda milliónir uppá hvønn íbugva ella gera tað, sum gerast kann, fyri at fólk skal støðast í hesum Føroya fagra landnyrðingshorni.
Hetta varð gjørt í Kalsoynni og mongum øðrum plássum við, og fer tað so við og við vónandi at økja um fólkatalið og betra um livikorini har.
Skuldu lønsemisútrokningar ligið sum støði undir politiskum avgerðum um almenn tiltøk í Føroyum, høvdu bert fáar bygdir haft vegasamband, bátahyl, elektrisitet o.a. mangt, sum krevst í dag; men samanumtikið var hetta næstan tað einasta, sum eftir lá av varandi virði, tá kreppan í 1990-unum var av.
Undirsjóvartunlar
Eftir at hin fyrsti undirsjóvartunnilin í Noregi varð latin upp í Vardø í 1982, var eg so heppin at sleppa at standa fyri forprosjekteringini av bæði hugsandi og tá óhugsandi undirsjóvartunlum í Føroyum.
Arbeiðið var lokið í 1987 við Vágatunlinum sum hin fyrsti og Suðuroyartunlinum sum hin seinasti av 8-10 tílíkum undirsjóvarprosjektum.
Millum tey seinastu varð ein leið løgd við 2.3 km av vegi og 5 km av tunli úr Viðoynni og út í Svínoynna og ein við 1 km av vegi og 5 km av tunli út til Hattarvíkar. Á henda hátt kundu oyggjarnar sleppa uppí góðu havnamøguleikarnar inni í Hvannasundi.
Á bíligasta hátt lá henda ætlan í 1987 um 173 mió. kr í Svínoynna og 155 mió. kr í Fugloynna.
Jólafundurin í Klaksvík
Sløk hundrað ár eftir hin tiltiknað Jólafundin í Danmark, varð 27. november 1987 sera hugnaligur fundur hildin í Klaksvík, har allar kommunur í Norðoyum vóru umboðaðar. Jógvan við Keldu var tá borgarstjóri í Klaksvík og fundarleiðari.
Eftir at hava bjóðað vælkomin, setti hann fundin og hevði fyrst á skránni bræv til Føroya Landsstýri við áheitan um at fara undir neyðugu kanningarnar í sambandi við Norðoyatunnilin.
Síðani gav Jógvan við Keldu orðið til Mikkjal Helmsdal, sála, sum var landsverkfrøðingur frá 1948 til 1988, og snúði hansara framløga seg við kortum og myndum, sum vera man, mest um tríggjar møguleikar at leggja Norðoyatunnilin, hetta við til samans 9 ymiskum samansetingum, har Kalsoyggin hekk uppi í; men var longu tá, bæði figgjar- og ferðsluliga ivi um, hvussu rætt tað var at tengja Kalsoyartunnilin upp í Norðoyatunnilin. Av Bumshamri á Borðoynni og til gjónna við lendingina á Sydradali lá henda ætlan í 1987 um 147 mió. kr.
Hesin fundur var sostatt almenna byrjanin til Norðoyatunnilin, sum nú er sprongdur væl áleiðis.
Svínoyar-utopi ?
Tá høvuðsevnið var fingið frá hondini, greiddi Mikkjal til stuttleika frá uppskoti til undirsjóvartunlar út í Svínoynna og Fugloynna, og stóðst mikið skemt av hesum; men um vit nú spæla eitt sindur við tølum, so plaga hesi at kunna nýtast soleiðis, at skjálvt tað ótrúligasta fæst at bera til, hetta serliga um talan er um hagtøl.
5 km langi Svínoyartunnilin man í dag liggja um einar 200 mió. kr, sprongdur sum hin smalasti av dupultbreytaðum undirsjóvartunlum eftir norsku tunlareglunum. Somuleiðis man vegagerðin í brattlendinum helst fara at liggja um einar 30 mió. kr.
Til samans heilar 230 mió. kr - ein øgilig upphædd til nøkur fá fólk.
Men!! - og nú er tað, tey stuttligu tølini koma sær upp í leikin:
Draga vit tær fyrstu 75 svínoyarmilliónirnar frá teimum 230, so er meirkostnaðurin av fasta sambandinum inn í Viðoynna 155 mió. kr
Svínoyggin er 27 ferkilometrar ella 27.000.000 fermetrar til støddar.
Við undirsjóvartunlinum kann Svínoyggin verða bundin í vegakervið í meginøkinum fyri ein meirkostnað uppá 155/27 mió. = 5,75 kr fermeturin ella 155.000.000/48.000 = 3.230 kr fyri hvønn íbúgva í Føroyum - enn ein øgilig upphædd - fyri ikki at tala um pr. innføddan svíning!
Men!! - so kemur tað næsta mennið, um ein so kann siga:
Svínoyar uttangarðs fyrimyndarbýur ?
Hugsa vit okkum Svínoynna sum eitt útoyggja royndartstykki, sum, við føstum sambandi til meginøkið, verður sett til norrøna kapping við uppskotum um, hvussu bæði líkt og ólíkt kann ella eigur at verða gjørt, hetta tó undir ávísum fortreytum.
Eitt nú skal vakri bøurin ikki nýtast til byggigrundir, men verða liggjandi til tað, hann upprunaliga var ætlaður til - ella, um eingin brúkar hann, so bara sum fríøki til fragd frægd fyri eygað.
Somuleiðis skal gamla bygdin verða liggjandi, sum hon er. Broyting av verandi bygningum skal gerast við fyriliti, sambært tí av svíningum og avvarandi myndugleikum góðkendari reglugerð.
Nýggj hús kunnu bert byggjast uttangarðs, hetta t.d. eftir byggiætlanaruppskoti frá nevndu kapping.
Uttangarðs liggja einar 2.730.000 fermetrar av brúkbarum byggilendi undir 100 metra hædd, svarandi til einar 4.500 byggigrundir à 600 fermetrar, tá vegir o.a. er íroknað. Av hesum liggja tær 400 Fyri Eystan. Ein bý aftrat fleiri ferðir størri enn Klaksvíkin mátti verið hugaligt at fingið upp í kommununa. Um onkur vil hava størri stykki, kan hann keypa tvinni.
Nú fara tølini at síggja frægari út, tí hvør byggigrundin er nú komin niður á 34.000 kr áðrenn byggibúgving. Í óbygdum lendi er lættari at leggja til rættis alla byggibúgvingina undir einum, og sæst tað aftur í kostnaðinum, so samlaði kostnaðurin kanska ikki fer upp um einar 60.000 kr fyri grundina.
Um vit, sum rættast er, ikki draga tær 75 milliónirnar frá, verður kostnaðurin ávikavist einar 50.000 kr fyri stykkið áðrenn byggibúgving og einar 75.000 kr við byggibúgving. Tó kundi tá niðurlagda strandfarasiglingin og tyrlutænastan verið drigin frá, men lat tað fara.
Tá nýggi tunnilin millum Strond og Norðdepil er gjørdur, verður bert eitt lítið 10 minuttirs hanagleiv úr Svínoy til Klaksvíkar.
Vetrarveður sum ferðamannabeita ?
Hvør í allari víðu verðøld skal keypa allar hesar byggigrundir, vil onkur av røttum spyrja. Tað veit eg heldur ikki; men plássið er so har, um nakar vil hava tað.
Í Hollandi ger ferðamannavinnan sær dælt av ríkum eysturlendingum, sum við sínum haremi og tegnarfylgi fegnir vilja uppliva regn ein vanligan vetrardag.
Náttúran hevur í sínum veldi til allar tíðir haft sína serligu atdráttarmegi á okkum menniskju, og í Svínoy kundu hesir oyðimarkarmenn á hávetri fingið munin meira burtur úr regni og stormi, illveðri og brimi, enn teir í Hollandi kundu droymt um, fyri ikki at tala um søgu og søgn frá teim sermerktu innføddu ein fagran summardag, peikandi yvir á avoyddu Fuglaoynna, ævintýroynna við sínum seyði á hvirrunar fjøllum, har bert súgur fram við landi, lætta lotið og fuglaljóðið minnir teg á, at hoyrnuni kortini einki bilar.
Eysturlendingarnir hildu tað vera tað kolsvørtu lygn, tá eg í arbeiði í Mið-Eystri í sínari tíð greiddi teimum frá havinum, sum er enn størri enn oyðimørkin, náttúruni og veðurlagnum her á okkara leiðum. Serliga nógvir vóru spurningarnir um at fara á flot og halda snøri, hetta fyri okkum so sjálvsagda fyribrigdi.
Á nýggja internationala flogvøllinum í Søltuvík kunnu hesi ríkmenni antin leiga sær tyrlur og loftvegis eygleiða landið til eksotisku Svínoy ella limosinur at koyra undir havbotni gjøgnum Sandoyartunnilin, Tórshavn-Toftatunnilin, Leirvíkartunnilin, Norðoyatunnilin, nýggja Norðdepils-tunnilin og loksins gjøgnum Svínoyartunnilin til teirra Svínoyar-Shangrila, har teir aftur síggja dagsins ljós og uttan eitt oyra í meirkostnaði kunnu fylla lunguni við so ramari sjóluft, at teir stutt eftir liggja í fastasta svøvni.
Fremmandafólkið skuldi sjálvandi ikki keypt alla Svínoynna og sett sær upp verjugarð um stykkið, men bert onkursvegna leigað seg inn, so vit samstundis við føroyskum gestablídni og veiðumanna snildi kundu syft so nógvan mammon inn um stokkin sum á nakran hátt gjørligt burtur úr hesum forkunnu plinki.
Eingin patentloysn
Henda Svínoyar-utopi er mest skrivað fyri at gera vart við, at eingin løtt og ódýr patentloysn er tøk til soleiðis at bjarga útoyggjalívinum í eini handavending.
Her má hvør útoyggin sær viðgerast niður í minsta smálutin fyri at lætta um lívið hjá teimum sum enn hóra undan, og tykist mær brennioljugoymslan vera ein hin fyrsti og lættasti spurningurin at loysa - so frægt haldi eg vit øll, sum trygg sita í meginøkinum, í skatti saman við oljufeløgunum kunnu gjalda okkara part av, hetta uttan meira politiskt hóvasták.
Gaman og álvara
Eitt er gaman, annað er álvara, og álvara kann í hesum føri av sonnum sigast verða avoyðing av Føroya útoyggjum.
Øll eru vit samd um, at hetta er stórt spell; men tað er bara so, og eg haldi ikki vera rætt at leggja alla ábyrgdina á tey, sum fyri borgum ráða, tí her skal meira til enn eitt fýra ára valskeið - okkara fólkavaldu hava flestøll sítt egna starv at røkja og sjálvdan stundir og umstøður at hugsa longur enn til næsta val.
Hin seinasti sløkkir
Her noyðist fjøldin leggja høvur í blot - um ikki til annað, so í avoyðingini at tryggja teimum seinastu eina virðiliga tilveru teirra tíð út á nýggja búplássinum, hetta eftir tungu fráferðina úr heimbýlinum, har forfedrar teirra øld eftir øld í eini túsund ár ella longur hava livað og lagt ætlanir fyri komandi ættarlið.