Tá ið vit tosaðu til Mykinesar í morgun, varð sagt frá allarfagrasta veðri, ikki eitt lot og sól.
Allir bátarnir sigla fullfermdir við fólki, eisini Tjaldrið hevur verið í Mykinesi í morgun, við komu umleið 100 fólk. Nú veðrið er so gott, verður mett, at tað fara at koma eini 1000 fólk á útoyggjastevnu.
Tað er ein fjølbroytt skrá fyri útoyggjastevnuna - skráin kann lesast á www.utoyggj.fo