Toyota Crown: Luksus bilur frá 1982

Ellisakfarið í Sosialinum: Hjalmar Hvítklett í Havn eigur ein flottan Toyota Crown frá 1982

 

Grein úr Sosialinum 16. mai 2025:

 

Bilurin er gingin í arv. Tað var Hjalmar Hvítklett í Sørvági, sum var upprunaligi eigarin og keypti bilin nýggjan í 1982.

 

Tá Hjalmar andaðist í 1987, yvirtók versonurin Ólavur Petersen í Sørvági bilin. Hann hevði bilin til 2016, tá sonurin Hjalmar Hvítklett yngri yvirtók bilin. Hjalmar býr í Havn, hann eigur og rekur fyritøkuna Ljóð-Tøkni, sum síðan 2001 hevur leigað út og selt útgerð til ljóð, ljós og vide-o-pre-sent-a-ti-ón-ir.

 

Mað-urin sum vís-ir okk-um bilin, er Ól-avur Hvít-klett, sonur yngra Hjalmar Hvít-klett.

 

Super Sal-oon útgávan av Toyota Crown var tann fínasta útgávan við t.d. automatisk gear, servostýring, air-condition, el-síðurútum, el-antennu og eitt lítið kølirúm til at køla drykkjuvørur. Hesin hevur 2.8 litra 6-syl. motor við 146 hk.

 

Bilurin varð total-ren-o-ver-að-ur í 1993 og er í dag er 43  ára gam-al. Toyota Crown vóru væl-kendir bilar í Før-oy-um. Teir fyrstu komu í 1964 og vórðu nógv brúktir sum hýruvognar og rut-ubilar.

 

Framleiðslan av Toyota í Japan byrjaði í 1936 við modell AA. Tað var Kiichiro Toyoda sum stovnaði Toyota Motor Corporation.

 

Søgan um Toyota í Føroyum byrjar í 1963, tá fyrsti Toyota Stout kom til Rósing Rasmussen í Runavík, sum var Toyota umboð í Føroyum.  Í 1964 komu Toyota Crown og Toyota Corona. Í 1966 kom fyrsti Toyota Corolla.

 

Fyrstu Toyota í Evropa komu fyrst til Danmarkar. Hetta var í 1963, og komu teir til Føroyar sama ár. Sølan gekk so væl, at í mai 1976 kom Toyota nummar 1.000 til Føroyar. Hetta var ein Toyota Crown 2600 Super Saloon. Í 1980 yvirtók Reyni Service umboðið fyri Toyota í Føroyum.

 

Toyota Crown hava verið fremleiddir síðan 1955. Teir verða tó ikki seldir her um okkara leiðir.

 

Hjalmar er limur í Føroya Ellisakførum, har hann hevur pláss til bilin í hølunum hjá felagnum  undir Gráasteini. Hann koyrir við bilinum til ymisk tiltøk hjá felagnum.

 

Hetta modellið av Toyota Crown varð framleitt frá 1979 til 1983.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

##med16##

##med17##

##med18##

##med19##

##med20##

##med21##

##med22##

##med23##

##med24##

##med25##

 

 

Bilurin er ein Toyota Crown 1966 hjá Osmundi Brand­ar­sker. Osmundur koyrdi m.a. hýrukoyring á bilstøðini Taxa 1313 við hesum bilinum. Á myndini er Eyhild Brand­ar­sker. Myndaeigari: Osmundur Brandarsker

Bilurin er ein Studebaker Lark stationcar hjá Mogens Wraae, sum tá búði á Eiði. Bilin keypti hann í 1962 til rutukoyring og leigutúrar. Bilurin er útgjørdur til rutukoyring við viðførisstativi á takinum, har eykahjólið eisini hevði sítt pláss. Mynd: Mogens Wraae

Myndin er tikin miðskeiðis í 60-unum á parkerings­øki­num hjá bilstøðini Akstur Bil í Havn, har sum Bøkj­ara­brekka er í dag. Bilurin er ein Studebaker Lark hjá Hjalm­ar Jacobsen, sum koyrdi í Akstur Bil. Maðurin til høgru á myndin er Borgar Nybo, sum eisini koyrdi í Akst­ur Bil. Myndaeigari: Karin Jacobsen

Myndin er av einum Toyota Crown frá 1966 hjá Mogens Wraae, sum koyrdi hýruvogn á bilstøðini Taxa 1313 í Niels Finsensgøtu í Havn. Taxa helt til í niðaru hædd í húsunum hjá Hans Andreas Djurhuus (Dia á Vertshúsinum), beint yvir av Sjónleikarhúsinum. Myndaeigari: Osmundur Brandarsker

Bilurin er ein Toyota Crown Deluxe frá 1972 hjá Magnusi Gunnarsson í Havn. Bilurin var útgjørdur við t.d. tónaðum rútum, lesilampum við baksetrini og 6-syl. motori. Upprunaliga hevði bilurin fýra rundar lyktir sum høvuðsljós, men tær vórðu skiftar út við tvær rektangularar lyktir. Mynd: Magnus Gunnarsson