Toyota er mest seldi bilur í Føroyum í ár

Bilasølan í Føroyum er minkað við 13,5 tveir teir fyrstu mánaðirnar í ár í mun til sama tíðarskeið í fjør

Tað vísa hagtølini hjá Akstovuni, sum nú hevur gjørt upp søluna av nýggjum bilum tveir teir fyrstu mánaðirnar í ár.

Toyota liggur á odda við 44 bilum, men Ford er beint í hølunum við 43 bilum. Á triðja plássið er Kia, sum hevur selt 41 nýggjar bilar fyrstu tveir mánaðirnar í ár.

Koronukreppan sæst framvegis í bilasøluni. Tí samanborið við fyrstu tveir mánaðirnar í fjør, so er bilasølan fyrstu tveir mánaðirnar í ár minkað við 13,5 prosentum. Hetta tíðarskeiði í fjør vórðu seldir tilsamans 452 akfør í mun til 391 somu tíð í ár. Tað eru 61 færri akfør enn í fjør.

Í Danmark er støðan verri enn í Føroyum, tí har er sølan av nýggjum bilum minkað við 40 prosentum.

Umframt koronukreppuna, har bilasølurnar hava havt stongt fyri viðskifitafólki, so eru eisini nýggj avgjøld á bilar orsøk til, at sølan av nýggjum bilum er minkað.

Í februar minkaði sølan av nýggjum bilum í Danmark við 34 prosentum. Í januar minkaði hon við 40 prosentum.