Carina, Corolla, Crown og Yaris. Hjúnini Eiler og Hergerð Samuelsen í Klaksvík hava átt nógvar ymiskar bilar. Men felags fyri allar hava verið, at teir hava verið av merkinum Toyota.
? Tað var eitt sindur av tilvild, at vit keyptu tann fyrsta Toyota-bilin í 1966, men síðani hava vit als ikki havt hug at skift. Vit hava verið sera væl nøgd við bilarnar og tænastuna, sum vit hava fingið frá Toyota, siga Eiler og Hergerð púra samd.
Bakarahjúnini, sum fyri nøkrum árum síðani seldu bakaríið hjá sær, hava havt brúk fyri bilum bæði privat og í arbeiðnum, og síðani 1966 hevur bilmerkið als ikki verið til diskussión.
? Onkur hevur spurt meg, hví eg ikki royni okkurt annað bilmerki. Men eg havi bara svarað, at tað er eingin orsøk at royna nakað annað merkið, tí eg eri væl nøgdur við Toyota, sigur Eiler.
Bilar í góðum standi
Tann fyrsti Toyota-bilurin, sum tey keyptu sær, var ein Carina, men fyrst í 70'unum skiftu tey til ein nakað størri bil - ein Crown - og í 1978 keyptu tey sær fyri fyrstu ferð ein Corolla. Í dag koyra tey í Corolla, eftir at tey hava havt tveir Yaris-bilar.
? Tað er stórur munur á útgerðini í bilunum fyrr og nú. Nú eru allir hugsandi hentleikar í bilunum, men í 60'unum vart tú fegin um, at rúturin kundi skrúvast niður, sigur Eiler.
Teir fyrstu bilarnir vóru keyptir frá Rósing Rasmussen, men tá ið Toyota skifti umboð í Føroyum 1. mai 1980, fylgdu Samuelsen-hjúnini við til Eivind av Reyni og hansara fólk hjá Reyni Service.
? Vit hava keypt ein nýggjan bil umleið fjórða hvørt. Vit hava altíð gingið høgt upp í, at bilarnir hava verið í góðum standi, og hava teir fingið onkran smærri snudd, so hava vit gjørt bilin í stand aftur beinanvegin, sigur Hergerð.
? Eg veit einki um, at vit hava sæð nakað til rust á okkara bilum. Teir hava roynst sera væl, og vit hava eisini roynt at hildið bilarnar væl, sigur hon.
Væl nøgd
Tað eru blivnir til 12 Toyota bilar hesi árini síðani 1966. Onkrir eru keyptir til arbeiðsbrúk, men tey hava eisini altíð havt privatbil afturat.
? Eg havi fleiri ferðir sagt, at nú er tað tann seinasti bilurin, sum vit keypa. Vit eldast eisini, so eg rokni í øllum førum ikki við, at tað verða so nógvir nýggir Toyota-bilar afturat, men verður tað ein nýggjur bil, so verður tað ein Toyota, sigur Hergerð.
Eiler og Hergerð eru sera væl nøgd við tænastuna, sum tey hava fingið frá Toyota-umboðnum í Føroyum.
? Onkuntíð havi eg havt brúk fyri at okkurt smáting hevur verið gjørt við bilin, og tað hevur altíð verið ornað skjótt og væl. So hóast tað av fyrstan tíð var eitt sindur av tilvild, at vit keyptu Toyota, so hevur tað verið alt annað enn tilvild, at vit síðani bara hava keypt Toyota, sigur Eiler.
Í hesum døgum kann Reyni Service halda sín 25 ára dag sum føroyskt Toyota-umboð, og millum væl nøgdur kundarnar eru hjúnini í Klaksvík, sum hava keypt bilar frá Reyni Service øll hesi árini.