Higartil í ár eru seldir 115 Toyotabilar. Tað eru fimm fleiri enn Citroen, sum er á øðrum plássi við 110 seldum billum higartil í ár.
Taka vit bara apríl mánað, so er støðan ein onnur. Í april fór VW við heiðrinum sum mes seldi bilur. Tá vóru seldir 33 Volkswagen, 31 Toyota og 25 Nissan bilar.
Sølan av nýggjum persónbilum er annars fyri fyrstu ferð í nógv á minkað í apríl mánað í mun til í fjør. Í Apríl í ár vórðu seldir tilasamans 646 persónbilar í mun til 667 í ár, ein afturgongd upp á 21 bilar. Vit eiga í hesum sambandi at geva gætur, at í fjør vóru páskir í mars heldur enn í apríl
Her sæst 10 tey mest seldu bilasløgini í Føroyum í ár:
Bilasøla jan. - april 2017
Bilmerki | Akf.tal |
TOYOTA | 115 |
CITROEN | 110 |
NISSAN | 98 |
VOLKSWAGEN | 96 |
FORD | 73 |
MITSUBISHI | 51 |
RENAULT | 39 |
KIA | 34 |
MERCEDES-BENZ | 26 |
PEUGEOT | 22 |
|
|