Toyota og Insito í Salt

Um vikuskiftið er Reyni Service vertur fyri søluátaki á Salt. Vit eru fegin um, at vit aftur í ár kunnu bjóða tykkum hendan møguleikan, og hesa ferð hava vit gjørt eitt sindur eyka burturúr.

Umframt at vit hava bæði nýggjar og brúktar bilar at sýna fram og selja, verður klædnahandilin Insito við á tiltakinum. Insito er klædnahandil í SMS, og hava tey eitt breitt og gott úrval av klæðum til føroysku kvinnurnar. Í hesum sambandi verður eisini skipað fyri mótasýning, og verður hendan sunnudagin klokkan 16.00.

 

Umframt hópin av klæðum ber sjálvandi eisini til at síggja og royna nýggjastu bilar okkara. Eitt nú hava vit Lexus RX450h og el-bilin Lexus UX300. Hartil hava vit Toyota Corolla, Yaris, Rav4, spildurnýggja Aygo X, CH-R og eisini sera væl umtókta Yaris Cross. Eisini hava vit teir báðar vørubilarnir, ProAce og ProAce City við okkum til Salt.

 

##med2##

 

Kaffi og okkurt ábit er at fáa hjá okkum, so tað er bara at leggja leiðina framvið Salt. Vit hava heilt vist eitt gott tilboð til tín, verður sagt frá Reyni Service og Insito.

 

##med3##