Skála og Eyðun Klakstein eiga seinnapartin heimavøll ímóti KÍ. Fleiri av spælarunum hava inntil fyri stuttum umboðað mótstøðuliðið seinnapartin.
Ahmed Mujdragic, sum er tøkur eftir skaðasteðg, Niels Pauli Danielsen og Heðin Klakstein spæla nú á Skála. Í fjør umboðaðu teir allir KÍ, har Ahmed Mujdragic var fastur maður í miðverjuni, tá ið hann ikki var skaddur. Niels Pauli Danielsen var við í nógvum dystum – ofta sum innskiftari – meðan Heðin Klakstein ikki fekk so nógvar møguleikar.
Hákun Edmundsson umboðaði í fjør Skála. Nú er hann í KÍ, men higartil hevur hann ikki átt nakran leiklut, tí hann er skaddur. Hákun verður ikki á KÍ listanum ídag.
Hóskvøldið tapti Skála 3-0 á heimavølli ímóti HB:
-Um vit skulu hava nakran møguleika ímóti higartil sannførandi KÍ liði, so er fyrsta treytin, at vit eru nógv meiri fokuseraðir í verjuspælinum og neyvari, enn vit vóru ímóti HB, sum vann tvey mál úr støðum, har vit als ikki vóru har, sum vit áttu at verið, sigur Skála venjarin, sum alla sína tíð spældi við barndómsfelagnum KÍ, har hann eisini hevur verið venjari.
Tað er væl hugsandi, at Ólavur Mikkelsen, sum eftir leikbann ikki var millum teir fyrstu ellivu hóskvøldið, og Ahmed Mujdragic í dag fara at vera millum teir fyrstu ellivu.
Klaksvíkingar vóru harðliga útpurraðir í Sørvági hóskvøldið. Tá ið teir vaknaðu og fótaðu sær, var heimaliðið frammanfyri 2-0. Kortini eydnaðist tað KÍ at vinna 3-2:
-Tað var stór avbjóðing at fáa tvey mál ímóti sær og kortini at reisa seg og svara aftur við at skora tríggjar ferðir og vinna. Eg var errin av mínum monnum, sum megnaðu at spæla og leggja trýstið, sum var neyðugt fyri at vinna, sigur KÍ venjarin Mikkjal Thomassen.
Jákup B. Andreasen varð skiftur inn longu í fyrra hálvleiki í Sørvági. Hann verður heilt vísti millum teir fyrstu ellivu ídag.
Ólavur Niclasen, sum leingi hevur verið skaddur, spældi við øðrum liði í Hoyvík í gjár. Hjalgrím Elttør, sum higartil í ár ofta hevur verið á næstbesta liðnum, spældi ikki ígjár. Tað man vera tí, at hann er ætlaður størri leiklut seinnapartin, enn hann higartil hevur havt á besta liðnum.
Í fjør endaði tað við málleysum javnleiki, tá ið Skála í fyrsta umfari vitjaði í Klaksvík. Báðu ferðirnar, tá ið Skála átti heimavøll, endaði tað við 2-1 sigri til KÍ. Annar dysturin var á Skála, og hin var á Tórsvølli.