Tríati ár við svimjihylinum

Sunnudagin vóru liðin 30 ár, síðan svimjihylurin í Sørvági varð tikin í brúk. Øll hesi árini hevur familjan hjá Henry Davidsen havt fasta tíð í hylinum

Í samfull 30 ár hava tey møtt trúliga til svimjing í svimjihylinum í skúlanum í Sørvági. Ruborg Zachariasen, Joan Jørgensen við børnum og ommubørnum. Og ikki minst pápin, abbin og langabbin, Henry Davidsen.
Hóskvøldið var serlit í svimjihylinum í Sørvágs skúla. Hanni húsavørður sat og bíðaði í eftiritsrúminum, til Henry gamli, sum hevur nátt sínum seksogfýrsinstjúgunda ári skuldi koma í hylin. Døturnar báðar vóru longu byrjaðar at svimja, og bæði abba- og langabbabørn hjá Henry vóru eisini at síggja í hylinum.
Tá øll vóru komin útí, fór húsav´ørðurin við einum blómutyssi inn í høllina og kallaði øll saman í einum horni á hylinum, har teir fingu handað blómutyssi frá skúlanum. Stigtakararnir til hetta vóru teir báðir húsavørðarnir Hanni Olsen og Kristian Tavsen.

Emil gjørdi munin
Øll hesi tríati árini hava tey svomið ein tíma um vikuna, greiðir Ruborg frá, meðan tey liggja og skvambla niður við kantinum, eftir at hava fingið blómuheilsanina frá húsavørðinum.
?Vit byrjaðu fríggjakvøld. Men so fór Sjónvaprið at vísa Emil úr Lønnebergi júst ta tíðina, vit høvdu í hylinum, so vit fingu flutt til hóskvøld, og tað hava vit so hildið síðan. Tað var eiðasørt, at tað bar til at fáa tey smáu at koma at svimja, meðan Emil var í sjónvarpinum. So har máttu vit víkja, minist hon.
Hetta er vorðið ein lívsstílur fyri alla familjuna, greiðir hin systirin, Joan frá. Hn stendur við eini ommudóttur í fanginum. Hendan lítla hevur ringar um armarnar, so hon flýtur.
?Tá vi byrjðau, sigur Joan, var mamman á sama aldri, sum hon er nú. Og tær koma báðar regluliga í hylin.

Fleiri bussar
Hanni húsavørður spyr, um tey hava hugsað um, hvussu nógvar pengar tey hava brúkt upp á svimjing hesi árini. Tað hava tey ikki.
Men Hanni hevur roknað út, at tey hava svomið fyri umleið 180.000, - krónur hesi 30 árini, tey regluliga hava vitjað svimjihylin.
Tað verður skjótt roknað út, at tað er næstan fyri fimm bussar av tí slagnum sum tann fyrsti, ið Henry Davidsen keypti sjálvur. Hann kostaði 39.000,- krónur einaferð í sjeytiárunum, minnist hann. Tað var ein Ford Transit.
Ikki tí, heldur hann. Skuldu vit so tikið tann allarfyrsta, sum var hin heimagjørdi,sum smiðjumenninir í Miðvági gjørdu, so vórðu teir nógvir í tali. Tí tann bussin fekk hann frá Niclasen fyri 50,- krónur.
Nevnast kann, at Henry Davidsen koyrdi buss í Vágum í ein manssaldur ella so. Og nógv er, sum rímiligt er, broytt hesa tíðina, síðan hann byrjaði at koyra av fyrstan tíð.
Tey fyrstu nógvu árini átti hann ikki bussin sjálvur, men koyrdi fyri aðrar. Eitt nú fyri N. Niclasen við tí áðurnevnda føroyskt bygda bussinum. Honum hevði hann einaferð 86 fólk í, minist hann.