Hár og húðliturin prógvar tað ikki, men familjan hjá poppkonginum heldur fast um at Michael sjálvur var pápi at øllum trimum børnunum. Øll vilja hava fatur á arvingunum hjá Michael Jackson.
Áðrenn poppkongurin doyði tann 25. Juni í ár, var tað bert hann, hansara eks kona Debbie Rowe og møguliga ein ókendur sáðveitari. Men nú hava børnini hjá Michael Paris, Prince og Prince Michael II eftir øllum at døma so nógv foreldur, at tað byrjar at blíva trongt kring døgurðaborðið.
Húðlæknin kravdi samveru
Fyrst segði húðlæknin Arnold Klein, at hann var pápi at teimum elstu børnunum, Paris og Prince.
Í rættinum í Los Angeles segði læknin eisini, at hann nú vildi hava vikuliga samveru við tey lítlu millióningabørnini.
Men tað hugskotið skumpaði dómarin til viks.
Men hetta var ikki endin á sirkusinum. Her eru bert nøkur av teimum monnum og kvinnum, ið gjøgnum tíðina hava kravt rætt til børnini.
ARNOLD KLEIN
Húðlæknin hjá Michael sigur seg hava veitt sáð til Debbie Rowe.
DEBBIE ROWE
Sannlíkt er hon móðir at teimum elstu børnunum hjá Jackson.
CONRAD MURREY
Læknin , ið summi vilja verða við, tók lívið av Jackson, hevur seks børn við fimm ymiskum kvinnum. So hví ikki eisini Jackson, sigur hann við TMZ.
MARK LESTER
Ein av fyrrverandi vinfólkunum hjá Jackson sigur nú, at hann er faðir at Paris og Prince. Sum prógv vísir hann á, at hansara dóttir Harriet líkist Paris.
URI GELLER
Tann ísraelski listamaðurin hevur aldrin sagt hetta beinleiðis. Men nógv hevur bent á, at Uri Geller er tann biologiski pápin hjá Jackson børnunum.