Trúbótin var ein vanlukka fyri Noregs ríki

Í morgin klokkan 15 verður forkunnug bókaframløga á Fróðskaparsetrinum í Jónas Broncksgøtu í Havn.

Har fer norski søguprofessarin Øystein Rian at leggja fram greinasavnið: »Trúbótin - ein vanlukka fyri Noregs ríki - men brellbiti fyri danska kongin.« Øystein er professor emeritus í søgu við universitetið í Oslo viðvíkjandi tíðarskeiðinum 1535-1814, tey síðstu 278 árini, Føroyar vóru ein partur av Noregs ríki.

##med2##

– Øystein Rian er høgt í metum millum søgumenn í Norðurlondum. Jon S. Hansen er søgulesandi á setrinum og hevur serliga granskað trúbótina í Føroyum. Líggjas í Bø hevur týtt greinirnar eftir Øystein Rian, mum hevur givið tilsøgn um at svara spurningum, upplýsir Zakarias Wang á forlagnum Stiðanum, sum gevur bókina út.

Tróndur Patursson hevur gjørt kápumyndina.