Trý biðja farvæl á Toftum

Tríggir av sjey bygdaráðslimum í Nes kommunu hava boðað frá, at tey ikki stilla uppaftur

Góðar tríggjar vikur undan kommunuvalinum er tað greitt, at tað í Nes kommunu skulu veljast í hvussu so er tríggir nýggir limir í bygdarráðið.

Mortan Højgaard, Súnfríð Jacobsen og Jákup A. Olsen hava boðað frá, at tey eru ikki sinnað at bjóða seg fram aftur á kommunuvalinum, sum verður týsdagin áttanda november.

 

Mortan Højgaard og Jákup A. Olsen vórðu á síðsta vali valdir á almenna listanum, sum vann fimm av sjey umboðum í bygdarráðnum. Súnfríð Jacobsen varð vald á kvinnulistanum, sum vann tvey umboð.

Súnfríð hevur verið tvey skeið í bygdaráðnum, meðan Mortan og Jákup vórðu fyri fýra árum síðani valdir fyri fyrstu ferð.

 

Almenni uppstillingarfundurin hevur verið í Nes kommunu, og tað er greitt, at hini fýra, sum nú eru í bygdarráðnum, bjóða seg fram aftur. Tey eru Jóhannus Danielsen, Súni í Hjøllum og Niclas Davidsen, sum fyri fýra árum síðani vórðu vald á almenna listanum, og Elin á Torkilsheyggi sum varð vald á kvinnulistanum.

 

Enn eru listarnir í Nes kommunu ikki almennir. Umframt listan, sum verður uppstillaður á almennum uppstillingarfundi, hevur tað nógvu tey seinastu valini eisini verið kvinnulisti í Nes kommunu. Royndirnar eru, at fleiri, sum hava verið uppstillað á almenna listanum, taka seg av aftur, tá ið tær eru uppstillaðar á kvinnulistanum, og harvið verða onnur á almenna listanum enn tey ellivu, sum á uppstillingarfundinum fingu størst undirtøku.

 

Síðsta freist at lata listar til kommunalu valnevndirnar er týsdagin átjanda oktober klokkan 18.