Tríggir tvey ára gamlir tríburar úr Ný Sælandi vóru millum tey 19, sum doyðu, tá eldur kom í eini handilshús í Qatar í gjár. Foreldrini, Jane og Martin Weekes, hava búð í Qatar í fimm ár.
Ný sælendski forsætisráðharrin, John Key, sigur, at stjórnin hevur biðið landsins konsulát í Saudiarabia hjálpa foreldrunum, sum hava mist tríburarnar.
Myndugleikarnir í Qatar vóru rættiliga skjótir at boða frá, at eingin av teimum 19, sum doyðu í eldinum, var úr Qatar. Tey flestu, sum doyðu, vóru børn úr Spania. Japan, Fraklandi, Filipsoyggjunum, Benin og Ný Sælandi.
Rættiliga nógvir útlendingar arbeiða í Qatar, sum er eitt lítið, men sera ríkt oljuland við Persaflógvan.