Støðan í grikska høvuðsstaðnum Athen er sera ógreið. Túsundtals fólk mótmæla teimum búskaparligu átøkunum, og trý fólk doyðu, tá mótmælisfólk tveittu eina brandbumbu í einum banka í miðbýnum. Sambært tíðindastovunum er eldur í bankanum, og fleiri fólk eru inni har.
Løgreglan hevur avbyrgt alt økið kring bankan, og sløkkiliðsmenn royna at basa eldinum.
Eldur var eisini í fíggjarmálaráðnum, eftir at onkur hevði tveitt eina bumbu inn hagar.
Fjølmiðlarnir siga, at mótmælisfólk hava sett eld á ein bil hjá sløkkiliðnum og ein sjónvarpsbil.