Trý fólk eru í dag, hósdag, skotin til deyðis og minst fýra onnur særd eftir skot vórðu latin av á víðagitnu gøtuni Las Vegas Boulevard, eisini nevnd The Strip.
Skjótingin byrjaði, tá ein vápnaður maður í einum svørtum Range Rover byrjaði at skjóta eftir einum Maseratibili í ljósupplýsta kasino- og hoteløkinum tíðliga á morgni, sigur løgreglan í Las Vegas.
Førarin av Masaratibilinum varð raktur og misti tamarhaldið á bilinum, sum koyrdi inn í fleiri aðrar bilar, har ímillum ein hýruvogn, sum eldur kom í.
Førarin av Masaratibilinum og tveir persónar í hýruvogninum doyðu á staðnum.
Førarin á Range Rover jeepinum tók til rýmingar, og politiið kannar nú vakmyndatól í økinum í vón um at kunna eyðmerkja bilin og føraran. Ein annar perósonur í Masaratibilinum og minst tríggir aðrir persónar fingu eisini skaða í hendingini.