Trý fólk tikin við hassji uppi á sær

Í gjárkvøldið tók løgreglan í Havn trý fólk fyri at hava hassj uppi á sær. Tað hendi í sambandi við at løgreglan fekk illgruna til tveir bilar, ið stóðu parkeraðir eitt sindur avsíðis. Tann fyrri bilurin varð kannaður nakað fyri midnátt og tann seinni bilurin varð kannaður nakað eftir midnátt.

 

Og í báðum førum fann løgreglan smærri nøgdir av hassjblandingi uppi á fólki, tað er hasjj, sum er blandað við tubbakki. Í øðrum bilinum vórðu tvey fólk tikin og í hinum bilinum varð eitt fólk tikið, og nú eru tey øll trý skuldsett fyri at bróta lógina um rúsevni