Kappingin í næstbestu deildini er longri, enn hon áður hevur verið. Bara tvey umfør eru avgreidd, og tað kann væl vera, at okkurt fer at venda upp í oktober, sum nú vendir niður. Men fyribils bendir einki á, at niðurflutta TB skal verða við í kappingini um tey bæði fremstu plássini og harvið uppflytingina. TB hevur tapt báðar tær fyrstu ferðirnar, og TB hevur einki mál skorað.
AB, B71 og FS Vágar 04 hava fingið fulla úrtøku eftir tvey umfør. Tað hava HB og LÍF eisini møguleika fyri at fáa. Men uppgerðin teirra millum, sum skuldi havt verið í Leirvík leygardagin, varð útsett. Dómarin kannaði vøllin fyri døgurða, og tað var skjótt at staðfesta, at veðrið hevði ikki spælt við soleiðis, sum leirvíkingar høvdu ætlað. Kavin lá oman á hálvan vøllin, og so var tað einki at gera.
Hvussu stinn fremstu feløgini eru, og hvussu innanhýsis styrkismunurin er teirra millum, fer at vísa seg næstu vikuna. Hósdagin skal AB spæla móti LÍF, og 2. páskadag fer AB at spæla á Sandi, og LÍF fer at fáa vitjan av FSV04.
B71-TB 4-0 (1-0)
Clayton Soares vísti máltevið fyrstu ferð í 18. minutti. Predrag Markovic í TB málinum hálvbjargaði roynd frá Wellington Soares, og Clayton var fyrstur á returinum. TB hevði bara eina roynd móti málinum hjá Símun Rógva Hansen allar 90 minuttirnar. B71 átti nógvar møguleikar, men 2. hálvleikur var næstan hálvrunnin, tá ið teir fingu luftina úr uppgerðini.
Eli Hentze økti til 2-0, eftir at Óli Johannesen hevði bjargað á málstrikuni aftanfyri Predrag Markovic, sum ivaleyst var besti TB spælarin. Stutt eftir 2-0 málið varð Eirikur Poulsen rikin av vøllinum eftir seinna gula kortið. Men tað bilti ikki hjá B71, at teir vóru undirmannaðir. Clayton Soares økti til 3-0, eftir at hann hevði sneitt framvið fleiri, og fimm minuttir fyri leiklok staðfesti Eli Hentze sannførandi heimasigurin, tá ið hann umsetti brotsspark til 4-0 heimasigur.
VB/Sumba-AB 0-4 (0-3)
Í ikki meiri enn passaligum líkindum leygardagin var eingin ivi á Vágs eiði, tá ið Rúni Nolsøe og hansara menn vitjaðu barndómsfelagið hjá AB venjaranum.
Eftir hálvan tíma kom fyrsta málið. Rógvi Poulsen legði horna innfyri úr vinstru, og fyrrverandi Sumba spælarin, Hans Jacob Thomsen, var leysur við nærra stólpan, tá ið hann við høvdinum stýrdi bóltin í málið.
Tríggjar minuttir seinni fekk Allan Mørkøre brotsspark. AB liðformaðurin og toppskjúttin umsetti sjálvur úr ellivu metrum. Og dygst undan steðginum varð støðan 3-0. Málskjútti hesa ferð var Thomas Hans Rubeksen. Hann setti fótin undir bóltin, sum tóktist vera á veg í málið, eftir at Rúni Hvannastein og Jón Brekku høvdu spælt seg ígjøgnum í høgru, og Jón hevði roynt eftir VB/Sumba málinum, sum veteranurin Bjarni Johansen vardi.
AB hevði tryggjað sær øll stigini. Í 2. hálvleiki fingu teir eitt mál afturat. Tony Rasmussen royndi úr høgru, og veteranurin í heimamiðverjuni, Marlon Kjærbo, átti síðsta fótin á.
KÍ-SÍ 2-6 (1-4)
Sørvingar fingu fyrstu stigini á hesum sinni í næstbestu deildini, tá ið teir vitjaðu í Klaksvík. Jógvan Páll Joensen er venjari, og saman við honum vístu sørvingar sannførandi avrik móti næstbesta KÍ liðnum, sum ikki hevur funnið stevið enn.
Marcello Marcellino vísir seg í næstbestu deildini at hava nakað av máltevinum, sum hann hevði fyrsta árið, hann var á Toftum. Hann legði SÍ á odda eftir tíggju minuttir. Ein av fáu veteranunum á KÍ liðnum, Fríðin Ziskason, javnaði til 1-1 átta minuttir, og so skoraði SÍ fimm ferðir: Ragnar Niclassen í 25. minutti, Petur Niclassen í 34. og 41. minutti og í 2. hálvleiki Marcello í 48. og Jóan Petur á Stongum í 66. minutti. Unglingaspælarin Jósup Henriksen pyntaði um fyri KÍ, tá ið tað restaðu tólv minuttir
Royn-FS Vágar 0-2 (0-1)
Vøllurin í Hvalba var ikki nóg góður at spæla á. Tí var heimavøllurin hjá Royn á Sevmýri. Royn hevur mist nógv fólk síðani í fjør. Hesa ferð vóru tríggir teirra, sum í fjør vóru á liðnum hjá hvalbingum, á liðnum hjá FSV04.
Talan var so at siga um spæl til eitt mál. Men tað gekk illa hjá FSV04 at fáa mál. Eisini tí at Jens Hákun Leo í Royn málinum stóð seg væl. Tá støðan framvegis var málleysur javnleikur, varð annar av FSV álopsspælarunum, Rúni Elttør, feldur í brotsteiginum, men Sonny Johansen sendi brotssparkið framvið málinum.
FSV04 spælararnir tóktust eitt sindur strongdir og tóku ofta skeivar avgerðir, men dygst undan steðginum skoraði Birgir Joensen úr stuttari fjarstøðu. Miðskeiðis í 2. hálvleiki staðfesti Birgir Joensen, sum er sørvingur, býr í Miðvági, og spælir fótbólt í Sandavági, har hann er toppskjútti, útisigurin. Hann sneiddi framvið fleiri, áðrenn hann úr stórari fjarstøðu sendi bóltin í Royn málið.