Trý feløg hava søkt um undangóðkenning at gera nýggja Hvalbiartunnilin. Freistin at lata tilfar inn til undangóðkenning var fríggjadagin.
Arbeiðið at gera nýggja Hvalbiartunnilin verður væntandi bjóðað út seinni í ár, so at farast kann undir arbeiðið næsta ár. Verkætlanin skal vera liðug í seinasta lagi í 2022.
Talan er um ein 2.450 metrar langan tunnil og landsveg frá tunnilsmunnanum hvalbiarmegin til Nesveg, sum er tætt við brúnna um Kjógvavatn. Nýggj íbinding út í Nes skal eisini gerast. Nýggjur vegur skal eisini gerast frá tunnilsmunnanum trongisvásmegin til verandi landsveg í Trongisvági. Samlaða nýggja vegalongdin er 3.480 metrar.
Fyri at verða tikin við í viðgerðini í sambandi við undangóðkenningina, skulu umsøkjarar lata inn upplýsingar um fíggjarlig viðurskifti, fakligar royndir, byggiorku og tekniska virkisleiðsluroyndir. Umsøkjararnir skulu millum annað vísa á tvær viðkomandi verkætlanir, sum fyritøkan hevur gjørt. Fyritøkurnar skulu vera skrásettar í Føroyum.
Tríggjar fyritøkur hava latið Landsverk tilfar og nú fer Landsverk undir at eftirkannað innkomna tilfarið og meta um, hvørt fyritøkurnar lúka krøvini, áðrenn arbeiðið verður boðið út.