Trý flogfør veðurføst

Seinkingar eru í flogferðsluni í dag vegna mjørka. Trý flogfør bíða eftir batnandi veðurlíkindum Eitt flogfar stendur í Stavanger, eitt í Bergen og eitt í Keypmannahavn. Í morgun var eitt flogfør yvir flogvøllinum, men líkindi vóru ikki at lenda.

- Útlit fyri batningi eru ikki fyrr enn seinni út á dagin. Tí kann tað roknast við fleiri seinkingum í dag. Næstu boðini væntast umleið klokkan 15.00, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantsflog.

Atlantsflog sigur, at feraðfólk verða biðin um at kunna seg á heimasíðuni www.atlantic.fo, so tey ikki koma vestur á flogvøllin til fánýtis.