Fríggjakvøldið verður ein spennandi konsert í Ungdómshúsinum Margarinfabrikkin í Havn.
Tríggir bólkar skulu spæla, og teir hava allir ein serligan stíl. Tveir av bólkunum hava luttikið til Prix Føroyar kappingina í ár.
Talan er um bólkarnar Páll Finnur Páll, John John, sum itu onkikanndiskuterast.altkann til Prix Føroyar og The Hills.
The Hills er ein ikki heilt ókendur bólkur, tí allir limirnir koma úr bólkinum Krit, sum eisini hevur luttikið í Prix Føroyum. Tó ikki sangarin.
Margarinfabrikkin er eitt virkishús, har børn og ung kunnu vera í rúsfríum umhvørvi. Javnan verður skipað fyri livandi tónleiki og barnadiskotek er annað hvør vikuskifti.