Tríggir bilførarar mugu taka koyrikortið av nýggjum

Løgreglan gjørdi ferðkanningar í gjár og tað vóru onkrir bilførarar, sum vóru nakað skundmiklir

Í gjárkvøldið gjørdi løgreglan ferðkanningar í Eysturoy og har vórðu tríggir bilførarar tiknir. Og teir koyrdu allir tríggir so skjótt, at tað fær avleiðingar fyri koyrikortið, umframt at teir fáa eina bót upp á nakrar túsund krónur.


Ein bilførari koyrdi 74 kilometrar um tíman, har tað er loyvt at koyra 50 og hann fær so klipp í koyrikortið afturat bótini.

 

Men ein annar koyrdi 94 kilometrar um tíman í bygdum øki og umframt eina trivaliga bót, má hann eisini taka koyrikortið av nýggjum áðrenn tríggir mánaðir eru farnir, annars missur hann tað.

 

Ein triði bilførari varð tikin fyri at koyra 119 kilometrar um tíman, har tað er loyvt at koyra 80, so hann fær eisini eitt klipp í koyrikortið.

 

Reglurnar eru tær, at verður koyrt meira enn 30 kilometrar um tíman skjótari enn vanliga fermarkið er, verður, verður koyrikortið frádømt treytað og tað merkir, at bilførarin má taka koyrikortið av nýggjum. Verður oyrt meira enn 50 kilometrar skjótari enn vanligu ferðmørkini við vanligum bili, missur bilførarin koyrikortið.

 

Annars má ein bilførari í Klaksvík eisini taka koyrikortið av nýggjum, áðrenn tríggir mánaðir eru farnir, annars missur hann tað. Tað hendir tá ið hann ikki helt sína treytaleysa víkiskyldu í einum vegamóti í Klaksvík við teirri avleiðing, at hann rendi á ein annan bil.