Tríggir dystir avlýstir

Veðrið spældi av álvara eitt puss, tá næsta umfarið í kappingini um Løgmanssteypið var á skránni leygardagin. Í Leirvík og á Streymnesi og í Gøtu royndu teir annars at spæla, men í øllum trimum førunum valdi dómarin at blása dystin av, tí líkindini vóru óforsvarlig at spæla fótbólt í.