Tríggir føroyingar skaddir á Balkan

Klokkan trý korter til átta í kvøld verður fyrsta bríkslið á spildurnýggja stadion í Ljubljana, har Slovenia og Føroyar fara at spæla EM undankappingardyst.

Føroyingarnir vandu á stadion í gjárkvøldið, og aftur í morgun vandu føroyingarnir.

Tríggir spælarar eru plágaðir av skaða. Tað er greitt, at Símun Samuelsen orsaka av skaða í hælsinuni ikki er førur fyri at vera við frá byrjan, og tveir aðrir eru ógvuliga ivasamir. Teir eru NSÍ spælararnir Johan Troest Davidsen og Jann Ingi Petersen. Johan er skaddur í knænum, og Jann Ingi er skaddur í baklærinum.

Tað ber á tað borðið, at eingin av hesum trimum verður førur fyri at spæla.

Tað er ikki váttað, men tað er nógv, sum bendir á, at Brian Kerr hevur sett hetta liðið: Jákup Mikkelssen - Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Egil á Bø, Hendrik Rubeksen - Bogi Løkin, Chrstian Lamhauge Holst, Fróði Benjaminsen, Jústinus R. Hansen, Hjalgrím Elttør - Jóan Símun Edmundsson.

Fótbóltslíkindini eru góð í Slovenia. Har er stilt og turt, og tað verður roknað við, at hitastigini í kvøld fara at vera eini 15-18.

Pláss er fyri 16 túsund áskoðarum, og tað verður fullsett í kvøld.