Tríggir føroyingar á vøllinum í Vestmannaoyggjunum

Jónas Tór Næs spældi allan dystin, og Kaj Leo í Bartalstovu ein hálvleik í dysti, sum Ransin N. Djurhuus dømdi

Tríggir føroyingar vóru á á Hásteinsvøllinum í Heimey úti í Vestmannaoyggjunum, tá ÍBV tók ímóti Breiðablik í pepsideildini.

 

Jónas Tór Næs var í verjuni hjá ÍBV allan dystin, meðan Kaj Leo í Bartalsstovu, sum var í álopinum spældi bert fyrra hálvleik, tá eyjamenn spældu javnleik 1-1 ímóti Breiðablik fyrr í dag. Sambært Morgunblaðnum gekk ikki væl í hond hjá Kaj Leo í Bartalsstovu. "Ein dapur fyrri hálvleikur hjá Kaj Leo í Bartalsstovu", skrivar Morgunblaðið í dystarfrásøgn sínari. Vísir staðfestir eisini, at Kaj Leo í Bartalsstovu hevði ein ringan dag á vøllinum. 

 

Ransin N. Djurhuus dømdi dystin, og hann gav fýra gul kort, tvey til ÍBV og tvey til Breiðablik. Tvey av kortunum vóru givin í fyrra hálvleiki, og hini tvey kortini vóru givin í seinna hálvleiki.

 

Í tveimum dystum, sum hann dømdi í Íslandi hetta vikuskiftið gav Ransin N. Djurhuus sjey gul kort, og einki reytt kort. Fyrri dysturin ígjár var í næstbesti deildini millum Fylkir og Haukar. Fylkir vann tann dystin 2-0.

 

Úrslitið var ikki nøktandi fyri ÍBV, sum er bert tvey stig omanfyri niðurflytingarstrikuna. Ein sigur ímóti Breiðablik í dag hevði munað væl, men hann kom ikki til høldar.

 

Støðan í pepsideildini:

 

1Grindavík1063116:1121
2Valur962115:820
3FH11    452     19:15  17
4Stjarnan942319:1414
5Víkingur Reykjavík942315:1314
6KA1033417:1412
7Breiðablik1133514:1812
8KR932413:1511
9ÍBV1032511:1711
10Víkingur Ólafsfjørður1031611:1810
11Fjölnir92348:139
12ÍA922518:208