Tríggir góðir jólafilmar

Hetta er tíðin, tá ið tú skalt geva tær stundir at hyggja at filmum – eisini jólaklassikarum

Myrka tíðin leggur upp til, at tú lesur eina góða bók, hyggur at einum filmi ella gert okkurt kreativt heima.
Desember mánaði er sum funnin fressur at tríva í góðar, gamlar filmar – eisini onkrar jólaklassikarar, sum tú umsíðir gevur tær stundir at hyggja at ella vilt uppliva einaferð afturat.

Fanny och Alexander
Meistaraverk hja Ingmar Bergmann, sum fylgir lívinum hjá systkjunum Fanny og Alexander, sum búgva í Uppsala í Svøríki. Filmurin varð tilnevndur til seks Oscar heiðurslønir og vann fýra av teimum. Upprunaliga gjørdur sum sjónvarpsrøð, men seinni kliptur til tríggjar tímar langan biograffilm.

The Shop Around The Corner
Alfred og Klara hava úr at gera í gávuhandlinum í Budapest, og viðhvørt klára tey ikki so væl upp. Men lítið vita tey, at tey eru loyniligir pennavinir hjá hvørjum. James Stewart og Margareth Sullavan hava høvuðsleiklutirnar í romantiska og fitta filminum frá 1940.

It’s A Wonderful Life
Hesin klassikarin frá 1946 er kanska tann kendasti jólafilmurin av øllum. James Stewarrt er í høvuðsleiklutinum sum tann deprimeraði George Bailey, ið fær hjálp frá einum eingli til at koma burtur úr síni fastløstu støðu. Filmurin var í síni tíð tilnevndur til fimm Oscar heiðurslønir og verður støðugt mettur sum ein av bestu filmunum í USA nakrantíð.